Vesturtúgva og Grønanes fullir undir lúkurnar

Vesturtúgva og Grønanes, sum samtrola, komu á Havnina í gjáramorgunin, teir vóru fullir undir lúkurnar, tilsamans hava teir um 330.000 pund. Vesturtúgva og Grønanes byrjaðu túr beint áðrenn ólavsøku. Teir hava roynt á Bill Bailey, meginparturin av veiðuni er upsi.

Teir landa hesuferð báðir í Havn, annars plagar Grønanes at landa í Vestmanna og Vesturtúgva í Havn.

Grønanes landaði í gjár og Vesturtúgva landar mánamorgunin.

Ætlandi fara teir nýggjan túr mánakvøldið, tað eru 6 mans við hvørjum skipi.