Vesturlendsk flogfeløg álopsmál hjá al-Qaeda

Ein arabisk heimasíða vil vera við, at yvirgangsfelagsskapurin al-Qaeda umhugsar álop á vesturlendsk flogfeløg

Amerikonsk og onnur vesturlendsk flogfeløg eru nú álopsmál hjá al-Qaeda.
Ein arabisk heimasíða, sum verður hildin at hava gott samband við yvirgangsfelagsskapin hjá Osama bin Laden, skrivar, at felagsskapurin hevur valt sær fleiri álopsmál.
? Øll støð, har nógv fólk koma saman og herstøðir eru komandi álopsmál. Men serliga amerikonsk og onnur vesturlendsk flogfeløg kunnu rokna við álopi í næstu framtíð, stendur á heimasíðuni.
Samstundis verða muslimar bidnir um at halda seg burtur frá álopsmálun-um.