Vesturland slitið

Um 17:30 tíðina komu boð um, at Vesturland var farin útfrá.

Um 17:30 tíðina fekk løgreglan boð um, at Vesturland hevði slitið í nógva vindinum.

 

 

Eldur hevvur, sum kunnugt, verið í skipinum, ið liggur við bryggju á Skála. Ongin motororka er í skipinum, og ymiskt varð roynt, eitt nú við bilum, fyri at hála skipið inn at bryggju aftur, men hetta eydnaðist ikki heilt.

 

Skipið hevði slitið endarnar har afturi, og mett varð, at vandi var fyri, at skipið

 fór at slíta av álvara. Ættin lá út eftir fjørðinum.

 

Boð vóru skjótt send eftir vaktarskipinum Tjaldrinum, ið tók sær av hesum, upplýsir løgreglan.