Vesturheimurin og arabiski heimurin hittast

Í næstu viku verður í Føroyum varpað ljós á islam og viðurskiftini millum vesturheimin og arabiska heimin. Í hesum høpi kemur Børge Schantz prestur og trúboðari til Føroya at halda fyrilestur í Miðlahúsinum í Vágsbotni og í Adventskirkjuni við Hoyvíksvegin

Børge Schantz er ein eftirspurdur røðari og hevur í løtuni eina fjøltáttaða ferðaætlan við fyrilestrum í Danmark, Norra, Englandi, USA og nú eisini í Føroyum.
Á fyrilestrunum fer Børge Schantz eitt nú at umrøða profetin Muhammed, truplu samveruna millum kristin og muslimar, eins og kreppustøður, ið ikki sleppast undan eitt nú nógv umrøddu Muhammed tekningarnar í Jyllands Postinum.
Børge Schantz
Børge Schantz er borin í heim í Holstebro í 1931. Eftir loknan lesnað á Vejlefjordskolen arbeiddi hann sum prestur í Danmark og í Føroyum. Síðani fór hann undir lesnað í Englandi og USA.
Frá 1962 til 1970 var Børge Schantz trúboðari í Sierra Leone og Norðurnigeria, og til 1980 var hann umsitingarleiðari í Libanon og hevði ábyrgd fyri Miðeysturi og Eysturafrika. Eftir hetta var Børge Schantz lærari á Newbold College í Englandi og leiðari á einum islamiskum-kristnum granskingardepli á Newbold College.
Í 1997 fekk Børge Schantz sær professaraembæti við Loma Linda University í Englandi. Harumframt hevur hann undirvíst í medisinskum etikki á einum sjúkrahúsi í Saudi-Arabia og skrivað fleiri bøkur um trúboðaravísind og islam eitt nú bókina Muslimer blandt kristne i Danmark sum nú er endurskoðað í sambandi við núverandi støðuna hjá teimum kristnu av nógv umrøddu Muhammed tekningunum.
Schantz hevur í mong ár havt tilknýti til muslimar. Í hesum sambandi hevur hann drúgvar royndir við muslimum í londum, har stranga Shariahlógin er galdandi, eins og í økjum, har tað verður farið eitt sindur lættari um strongu muslimsku lógirnar.
Í sínum metingum leggur Schantz stóran dent á, at ein altíð eigur at hava í huga munin millum islam sum eina rigoristiska trúgv á øðru síðuni, tað er ein strong og víðgongd trúgv, og so teir nógvu muslimar, sum hinvegin eru samborgarar við einum jaligum ískoyti til tað danska samfelagið heldur enn ein hóttan.
Fyri at fáa eina væleydnaða integratión er tó neyðugt eisini hjá muslimum at hava ein rúmligan hugburð til aðrar trúgvir. Í hesum sambandi nevnir Børge Schantz, at vantandi opinsinni fyri t.d. kristindóminum er ein táttur í islamsku verðinsfatanini, ið kann elva til trupulleikar viðvíkjandi fullari integratión av okkara muslimsku samborgarum:
Muhammed-tekningarnar í Jyllands Postinum hava fingið í lag eitt ógvisliga kjak kring allan heimin. Hetta kensluborna evnið er vorðið endavent í donsku pressuni í sjónvarpi, útvarpi, bløðum o.s.fr. Støðan er lýst út í æsir, og nógv eru komin við hugskotum um, hvussu kreppan kann loysast, hvussu framtíðin fer at síggja út og um hvussu kristin og muslimar framyvir fara at liva saman, heldur Børge Schantz.
Men spurningurin er, um hetta kjakið í nóg stóran mun hevur tikið hædd fyri okkara kristna grundstøði:
Okkara kristna grundstøði í tí trúarligu avbjóðing, sum er komin av Muhammed-tekningunum, hevur eftir mínum tykki ikki fingið tað rúm, sum tað átti í hesum kjaki.
Og júst hesin trupulleiki er nakað av tí, Børge Schantz viðger í sínum fyrilestrum.

Skrá

Mánadagin 27. mars í Miðlahúsinum kl. 19.30
Evni: Profeturin Muhammed:
"     Samtíð, lív og hjúnalag hansara
"     Fimm súlurnar og lærusetningarnir hjá islam
"     Koranin og Hadith
"     Útbreiðslan av islam

Týsdagin 28. mars í Miðlahúsinum kl. 19.30
Evni: Strangar lógir og siðir:
"     Guddómliga Shariah við hørðum revsingum
"     Rættindi og avmarkingar hjá muslimskum kvinnum
"     Leikluturin hjá kvinnuni í einum muslimskum hjúnalagi
"     Matlógir og samveruhættir í islam.

Mikudagin 29. mars í Adventskirkjuni kl. 19.30
Evni: Trupla samveran millum kristin og muslimar:
"     Trúarfrælsi og fundamentalisma
"     Tær djúpu og afturvendandi ósemjurnar millum vesturlendskar lógir og Shariahir
"     Treytir fyri at sleppa í paradísið

Hósdagin 30. mars í Adventskirkjuni kl. 19.30
Evni: Kreppustøður, sum vit ikki sleppa undan:
"     Muhammedtekningarnar: Sjónliga orsøkin og fjalda dagsskráin.
"     Útjaðaramørk talufrælsisins og ábyrgd
"     Muslimar í bólkum við ósamsvarandi ætlanum
"     Neilig og jalig úrslit í ósemjuni um Muhammedtekningarnar

FAKTA
Martin Krasnik vitjar Miðlahúsið

Í sambandi við at tað í næstum fer at verða kastað nærri ljós á Islam og viðurskiftini millum vesturheimin og arabiska heimin í Miðlahúsinum, fer 34 ára gamli danski journalisturin og rithøvundurin Martin Krasnik at halda fyrilestur í Miðlahúsinum mánakvøldið 10. apríl kl. 19. Krasnik er m.a. kendur sum Deadline-vertur á DR og korrespondentur hjá Weekendeavísini í m.a. Jerusalem og New York. Í 2004 fór hann undir eina rannsóknarferð gjøgnum Iran, Libanon, Pakistan, Saudi-Arabia og London, har hann hitti og hevði samrøður við muslimskar politiskar og átrúnaðarligar leiðarar. Úrslitið var bókin De retfærdige. En islamisk stafet, sum kom út beint undan jólum í 2005, og tað er henda bók og henda ferð hansara gjøgnum arabiska heimin, sum Krasnik fer at greiða nærri frá í Miðlahúsinum mánakvøldið 10. apríl kl. 19. Møguliga verður eisini skipað fyri einum pallborði.