Muslimski Bróðurskapurin í Egyptalandi heldur, at stjórnir í vesturheiminum stuðla hernaðarkvettinum í landinum og hava skyldina av, at forsetin Mohamed Morsi, er frákoyrdur.
Ein av talsmonnunum hjá Muslimska Bróðurskapinum, Mohamed El-Beltagi, sigur við Reuters-tíðindastovuna, at øll fara at missa í harðskapinum, sum er íkomin í kjalarvørrinum av, at forsetin var koyrdur frá.
Hetta fer bara at styrkja hatrið mótvegis USA og europeisku londunum, sum altíð velja at stuðla einaræðisstýrum ímóti fólkinum, ið ynskir frælsi, sigur Beltagi.