Kim Simonsen
Øll fara at minnast, hvar tey vóru seinnapartin hin 11. september fyri fimm árum síðani. Tá allur heimurin kundi síggja hitt seinna flogfarið renna inn í World Trade Center og seinni, hvussu tey stóru tornini skramblaðu saman.
Henda hending kom at broyta søguna, og er beinleiðis ein av orsøkunum til kríggini í Afganistan og innrásina í Irak.
8.46
Klokkan 8.46 rakti American Airlines Flight 11 norðurtornið millum 94 og 98 hædd. Spreingingin var so ógvuslig, og hitin so nógvur, at øll ilt varð sogin burtur fleiri hæddir bæði upp og niður. Roykurin og hitin vóru so kvalandi, at tey, ið vóru á lívi, fóru at bróta vindeygu fyri at fáa luft, ið helst hevur givið eldinum meiri styrki. Helst eru øll í hæddunum omanfyri, har ið flogførini raktu, og niðanfyri kódnað ella brend til deyðis. (Tað tók millum 10 og 11 sekund at detta allan vegin. 10 ella 11 sekund er ikki long tíð í okkara verð, men hjá einum, ið veit at hann skal doyggja er hetta alt ov long tíð.
Tey duttu við 240 km um tíman, ið ikki fær fólk at missa vitið, men er nóg skjótt til at drepa eitt fólk.
Bjargingarfólkini komu í lívsvanda av dettandi fólkunum. Ein sløkkiliðsmaður doyði, tá ein persónur datt oman yvir hann.
Í einum dokumentarfilmi, ið fylgir sløkkiliðnum, hoyra vit í heilum ein øiligan gang, ið stavar frá teim dettandi, ið av og á duttu gjøgnum fleiri hæddir av vindeygum. Serliga tey, ið fullu á eystursíðuni rapaðu niður í myndhøggaraurtagarðin gjøgnum fleiri løg av tjúkkum rútum. Hurðar og veggir vóru reyðir av blóði.
Oliver Stone
Hetta er veruleikin í filminum hjá Oliver Stone um 11. september 2001. Hesin filmurin kemur at skapa nógv kjak, um tað er etiskt at vísa hesa stóru massakruna sum film.
Hetta er ein skakandi filmur kann eg lova (sí ummæli).
Líkamikið hvat Stone so ger, so er hann altíð kontroversiellur og skapar mikið kjak. Tað er ikki lætt at gera ein film um eina hending, sum tók lívið av fleri enn 3000 fólkum fyri bert fimm árum síðani.
Stone hevur annars ikki gjørt ein væleydnaðan film í mong ár. Seinast hevur hann gjørt Alexander, ið einki er verdur og Commandante um Fidel Castro. Neyðug er at fara allan vegin aftur til JFK frá 1991, Doors og Born On The Fourth of July fyri at finna góðar Stone filmar.
Kjakið, ið fylgdi
Eftir álopið á World Trade Center kom nógv løgi fram. Nógv intellektuell vóru frammi og søgdu, at orsøkin til álopið var at USA hevði spælt for stórir uttanríkispolitiskt sæð, og at hetta var ein hægri formur fyri rættvísi. Fleiri samanbóru Osama bin Laden við ein arábiskan Che Guevara. Upp á hendan mátan fekk vesturlenska sjálvhatrið og hatrið til USA okkurt at byggja á. Síðani komu innrásirnar í Afganistan og Irak.
Tað sum hendir við einum slíkum sjónarmiði er, at islamiska fundamentalisman verður legitimerað sum nakað, ið er skapt av okkum sjalvum, av einum hjálandaveldi sum USA. Hetta ger eisini, at vit enda við at síggja heimin sum eitt kopi av vesturheiminum, her gloyma vit at fundamentalisman og islamisman millum muslimsk lærd er eldri enn USA.
Tað hesi ikki vilja síggja í eyguni er, at lond sum Saudi Arábia enn sígga mannarættindi, fólkaræði og javnstøðu millum kynini sum reina gudsspottan.
Tað er sum um sterkt vinstraintellektuel, ið hava mist allan hugmyndafrøðisligan legitimitet og trúvirði eftir 1989, bert hanga eftir í hatrinum til USA. Hetta hatur gevur hin vegin orku til ein samleika bygdan á hetta hatur.
9/11 samansvørjingar
Tað eru ikki hissini samansvørjingar, ið eru komnar fram um 9/11. Í veruleikanum stóð USA aftan fyri álopið á World Trade Center er ein. Flogførini vóru tóm og fjarstýrd til at sorla WTC fyri at kunna loypa á Afganistan og Irak, er ein onnur.
Ein onnur samansvørjingarsøga snýr seg um, at tað vóru jødar, ið gjørdu hetta. Prógvið sigst vera, at eingir jødar vóru til arbeiðis 11. september í WTC.
Sjálvani er tað meiri um samansvørjingarástøði hjá USA um eitt arabiskt loynifelag av islamistum. Felags fyri samansvørjingarástøði, veruligar og tær øru, er at hesar umgera veruleikans torgreiddu samanhangir til ein einfaldan kasualitet. Orsøkin til terrorálopið á World Trade Center hevði helst nógvar orsøkir: oljumarknaður, bardagan um Palæstina, moderniseringsleiðina í arabiska heiminum, ið ikki eydnaðist, leikluturin hjá CIA í Afghanistankríggjinum o. s. fr. Men mest av øllum var álopið bara dømi um ráan óndskap. Tey yvir 3000 menniskjuni, ið lótu lív vóru øll ósek.
Samansvørjingarástøði skerjir allar orsøkir til eina mangan eksotiska orsøk. Slíkir tankar er effektiv og vandamikil kognitivt amboð, ið kunnu grava mark millum tey seku og óseku, millum offur og brotsmenn og hjálpa ávísum persónum at navigera í einum fløktum heimi, í einum ørkymlandi globalum veruleika. Við hesum søgum síggja vit, hvussu stóran týdning narrativ og mytur hava, hetta at kunna siga frá eini søgu, við ávísum aktørum, stevnisskráum og samansvørjingum.
Samansvørjingingarástøðingar halda, at tað eru samansvørjingarnar, ið fáa heimin at hanga saman. Fyri ein persón, ið trýr upp á samansvørjingar, gevur alt meining, og alt hevur týdning.
Hví hetta hatur?
Tað eru vit sjálvi, ið hava skapt hatrið til vesturlenska mentan og modernitet. Vit finna hetta hatur í t. d. russiskari nationalismu og í modernaðum og postkolonialum hugsjónum, sum menningarlond taka til sín, sum forkláring av vandamálum í teirra egnu londum. Avskepla figgindamyndin av vesturheiminum kallast occidentalisma, og hon er sum aðrar -ismur, sum t.d. kapitalisma, modernisma og marxisma skapt í vesturheiminum og spjadd til øll lond í heiminum.
Vit hava ikki bert útflutt, hvat vit hava uppfunnið í vesturheiminum av tøkni og nýggjum tonkum, men eisini okkara sjálvshatur, ið hevur skapt eitt vandamikið ekko í Triða Heiminum, serliga í eysturlondum.
Flogskiparin Mohammed Atta, ið fleyg inn í World Trade Center, var ein væl lærdur arkitektur, sum í Hamburg hevði vart eina ritgerð um modernistiska byggilist. Bin Laden er verkfrøðingur, hvørs hatur til modernitet og vesturlenskt peningavald fekk hann at sorla ein symbolskan bygning, ið umboðar handilsskap og verðsliga njóting. Fyri bin Laden og milliónir av samsintum var hetta eitt morð á eina mytu, á mytuna um tað amerikanska, mytan um kapitalismuna, mytan um vesturheimin sum Bábel, sum tóman modernitet og vald, verðsligheit, einstaklingamentan, ið er skapt av einumoccidentalistiskum tanka um vesturlenska býin sum ein skøkja. Men hví storknaði hetta hatur í heilunum á Bin Laden og Mohammad Atta?
Antimodernisma
Nógv meina, at einstaklingagerðing, frælsi og fólkaræði er tað ringasta sum er til. Ein kritikari meinti, at kríggj móti vesturheiminum var ein bardagi móti einari eitraðari materialistiskari siðmenning, ið var skapt av jødiskum peningavaldi. Hesir meintu, at t. d. japansk mentan var djúp og andalig, meðan vesturlensk siðmenning var tóm, rótleys, materialistisk og oyðileggjandi fyri alla skapan og at vesturheimurin, serliga USA, bygdi á okkurt mekaniskt í mun til organiskt og heildarkent.
Purisma og morð
Fyri bin Laden er neyðugt at reinsa heimin, serliga fyri synd og óreinligheit. Fyri hann hevur álopið á New York verið neyðugt, sum tá Gud í Gamla Testamenti oyðilegið Sodoma og Gomorra. Mytan um modernaða stórbýin er knýtt saman við skøkjulevnaði, sum tað stendur hjá Johannes, var býurin babylon: móðir at skøkjum og andstygdum á jørðini.
Vit finna hesa somu fordøming av stórbýinum frá Amishfólkunum, muslimskari fundamentalismu, kristnum sektum, nasistum, marxistum og hjá øllum occidentalistum, sum t. d. flogskiparinum Mohammed Atta, ið var doktari í modernistiskari býarmenning. Hann sá býin sum eina horu.
Tað er hetta hatur til vesturlond, ið vendir aftur í dag og er okkara marra. Tað er tíverri rætt sum málarin Goya tók til, ið málaði óndskap, yvirgang og morð, at tá skinsemi svevur vakna okkara marrur.
Hin 11. september í 2001 kom at skapa stór sár á sálina á amerikanska fólkinum. Meiri enn 3000 fólk vóru dripin. Deyðsorsøkin á deyðaváttanum hjá øllum 3000 sigur »Murder«, morð og ikki sjálvmorð.
World Trade Center varir 2 tímar og 5 minuttir og verður frumfamsýndur í Havnar Bio fríggadagin 22. september. Tey leikandi eru m. a. Nicolas Cage, Michael Peña, Maggie Gyllenhaal.