Tá veðrið batnar, loysir trolbáturin Vesturfarið úr Føroyum fyri seinastu ferð. Trolbáturin Vesturfarið, sum Bank Nordik átti, er nú seldur til Finlands.
Tað upplýsir Sp/f PO Brokers fyri Portalinum.
Vesturfarið hevur staðið á bedingini í Vestmanna, og sum skilst er nú klárt at loysa.
Tá veðurlíkindini batna, loysir Vesturfarið og leggur leiðina úr Føroyum og eystur í hav.
Trolbáturin er smíðaður á Frederikshavn Bedding í Danmark í 1986. Hann er úr stáli og er merktur til 38 tons deyðvekt.