Vesturfarið og Niclas lagdir

- Eg havi verið hjá Føroya Banka við lyklunum til bátarnar, sum nú liggja í Vestmanna. Her gerst ikki meira, sigur maðurin, sum eigur hesar báðar trolbátarnar Seinasta árið eru fleiri skip í føroyska fiskiskipaflotanum farin av knóranum, og talan er um bæði stór og smá skip. Menn, sum áttu trolbátar, ið høvdu loyvi at fiska á landleiðini um sumrarnar, hava eisini lagt árarnar inn.

Trolbáturin Randi, sum var heimahoyrandi á Toftum, er farin av knóranum fyrr í ár, og herfyri bar maðurin, sum eigur trolbátarnar, Vesturfarið og Niclas, eisini Føroya Banka lyklarnar til sínar bátar.

Fiskidagarnir í bólki 4T, sum hesin bólkur eitur, eru nógv skerdir, og haraftrat ? og ikki minst ? kemur, at prísirnir á eitt nú flatfiski í summar bert hava verið umleið eina helvt av tí, teir vóru fyri einum 2-3 árum síðan.

Seinastu tvey sumrini hevur veiðan á landleiðini heldur ikki roynst nakað serligt, og í fjør summar rendi fiskiskipaflotin seg í himmalhøgar oljuprísir.

Nú árið í ár kundi roynst betri, tí oljan er vorðin bíligari, fekst alt ov lítið fyri fiskin.

Bátaeigarin, sum Portalurin hevur tosað við og sum nú hevur verið hjá Føroya Banka við lyklunum til Vesturfarið og Niclas, sigur, at her gerst einki meira.

- Eg havi givin skarvin yvir, og Føroya Banki roynir nú at selja bátarnar, sigur hann.