Vesturbýurin er menningarøki

Fjøllbroyttir bústaðir.
Eitt sereyðkenni við Vesturbýnum er, at har er gingið undan við at skapa fjølbroytni í bústaðarbyggingini. Longu í 70´unum var ein tann fyrsti íbúðarblokkurin bygdur við uttast Landavegin. Í 80´unum komu blokkar við leiguíbúðum og raðhúsum Undir Fjalli, eins og tað í Vesturbýnum eisini finnist einasta veruliga næmingaheimið í landinum. Og seinastu árini eru, umframt vanligar sethúsabyggingar, eisini bygdir íbúðarblokkarnir undir Gráasteini og raðhúsabyggingar í Stóragerði og Heygsgerði.
Kommunan eigur stór økir í Flatnahaga, sum eru vælegnaði til bústaðarbygging. Og tað eru longu gjørd ymisk uppskot við m.a. punkthúsum til íbúðir omanfyri raðhúsini Undir Fjalli, eins og tað er náttúrligt, at fleiri næmingabústaðir eisini verða bygdir í økinum, nú Skúladepilin nærkast. Og tað er eisini gleðiligt, at onnur arbeiða við ítøkiligum ætlanum um lutaíbúðir í Vesturbýnum.
Á henda hátt fæst enn størri fjølbroytni og útboð í bústaðarmøguleikarnar í Vesturbýnum, soleiðis at karmarnir hjá ungum at festa búgv gerast lagaligari.
Gera miðstaðardepil í Vesturbýnum.
Men Vesturbýurin tørvar ein miðstaðardepil, eins og økið á Hálsi er tað í Eysturbýnum og Karlamagnussarbreyt í Hoyvíkshaganum.
Nú farið verður undir brúnna um Sandá í næstum, kemur Marknagilsvegurin í enn størri mun at verða sambindingarvegur millum náttúrligu býardeplarnar við Argjum í suðuri, Hoyvíkini í norðuri og Gundadali ímillum. Og tá nýggji innkomuvegurin til Havnar er gjørdur, liggur Vesturbýurin í enn størri mun sentralt í býnum.
Tað er tí púra onki minni enn ein sjálvfylgja, at býráðið tí nú ger sín part, og fer undir at skapa eitt miðstaðarøkið í Vesturbýnum. Og tað mest sjálvsagda økið, er stóra økið millum Landavegin og Marknagilsvegin. Her er pláss, og við einum Skúladepli, einum nýggjum Vesturskúla til fólkaskúlanæmingarnar og eini ítróttarhøll, manglar einans at skapa karmar fyri handilslívið og øðrum tænastuvinnum í økinum. So er miðstaðarøkið fyri Vesturbyin veruleiki. Tekur tú undir við hesum set so krossin við Levi Mørk á býráðsvalinum 13 nov.