Vesturbýurin eigur tørn

eftir Levi Mørk, býráðslim fyri Javnaðarflokkin, listi C
-----.

Tað eru nógv ár síðani, at ætlanir vóru lagdar um útbygging av Vesturbýnum. Byggisamtykt varð gjørd fyri økið millum Marknagilsvegin og Landavegin, sum innihelt bæði økir til ítrótt, handilsvinnu og undirvísing.
Stórt sæð onki er tó hent síðani tá, hóast lyftini til kommunuvalini hava verið mong. Samstundis eru íløgur fyri fleiri hundra milliónir gjørdar serliga á Argum og í Hoyvík, við nýggjum vegum, útstykkingum, skúlum og annað.
Tað er ikki tí at eg havi nakað ímóti at íløgur verða gjørdar í nevndu økjum, og tað er eisini rætt ikki at spjaða íløgurnar í ov nógv økir samstundis.
Men nú eigur Vesturbýurin tørn. Høgni Mikkelsen, valevni hjá Sambandsflokkinum, skrivar, at Vesturskúlin skal bíða, tí har eru ongir næmingar. Høgni Mikkelsen hevur ikki verið í býráðspolitikki seinastu árini, og veit nokk ikki betur. Men Vesturskúlin skal ikki fyllast við bara nýggjum næmingum. Vesturskúlin skal hýsa øllum næmingunum úr 2 sporum í Kommunuskúlanum og næmingunum úr Venjingarskúlanum. Kommunan eigur at selja landinum Venjingarskúlan til universitet, soleiðis at kommunan eisini er við til at skapa karmarnar fyri Tórshavn sum universitetsbýur.
Og nú ætlanin hjá Neistanum um ítróttarhøll við Landavegin er slept, eigur kommunan at fara undir upprunaligu ætlanina, um at gera eina dupulthøll við altjóða góðkendari stødd og hædd til flogbólt, hondbólt og annan innandura ítrótt. Ein slík høll vil tæna bæði Vesturbýnum og Argjum, nú tilboðini uppá brúnna um Sandá koma inn fyrsta dagin. Tekur tú undir við hesum, set so krossin við Levi Mørk á býráðsvalinum í november.
Les meira á www.levimork.com