Vesturbúgvin og Grønanesi fullfermdir av upsa

Á fiskavirkinum í Vestmanna arbeiða tey við tveimum vaktum

Fiskivinna 

Trolararnir, Vesturbúgvin og Grønanes, hava landað í Vestmanna í vikuni.
  Sagt verður, at bæði skipini vóru full undir lúkurnar av góðum upsa.
  Á Fiskavirking í Vestmanna hava tey havt úr at gera í hesum árinum, nú virksemið á virkinum hjá felagnum í Saltangará hevur ligið stilt, tí maskinur eru fluttar í nýggju hølini.
  - Vit arbeiða við tveimum vaktum hvønn dag, og vit arbeiddu eisini seinasta leygardag, siga tey í Vestmanna.
  Nú er virksemið í Saltangará tikið uppaftur, og tí liggur heldur minni trýst á virkinum í Vestmanna. Tó ivast tey ikki í, at nóg mikið verður at <st1:City$?$end$!$<st1:place$?$end$!$gera</st1:place$?$end$!$</st1:City$?$end$!$ í Vestmanna komandi tíðina.<BR>  Hetta er góð fiskitíð, og nógvur fiskur hevur verið at fingið allan betur.