Vesturbúgvin og Eysturbúgvin eru á Vestmanna í dag, teir arbeiða uppá trol, eisini landa teir tað teir fingu í trimum hálum. Vesturbúgvin og Eysturbúgvin komu fastir í botn á gulllaksatúrinum, í 40 tímar baksaðust teir við at fáa leyst aftur, tá slitnaðu báðir veirarnir, allar greiðirnar fingu teir tó aftur, tá ið teir dreggjaðu eftir teimum. Trolið er illa farið, teir gjógnumganga tað í dag, fyri at vita, hvat skal gerast.
Columbus og Nornagestur eru eisini á Vestmanna, har teir landaðu góð 100-túsund pund, meginparturin var upsi.