Fótbóltur
Regnið argaði allan dystin í Klaksvík, og tað kendist nakað sigandi, at slúsurnar av álvara opnaðu seg seinasta korterið av botnfinaluni. Við úrslitinum, sum stóð á talvuni, tá 90 minuttir vóru farnir, skolaðu seinastu vónirnar hjá 07 Vesturi burtur.
Uppiborið
Veruleikin er væl eisini, at talan var um uppibornan sigur hjá KÍ, sum støðugt var liðið, ið vildi meira á vøllinum, og sum eisini var liðið, sum kom til so nógv teir mestu møguleikarnar.
Fyrra málið var tó kanska tann minsti av hesum, tá Hjalgrím Elttør úr truplum vinkli skeyt hálvforkølað við vinstrabeininum. Men forkølað ella ikki, so snýtti skotið fullkomuliga Trygva Askham í gestamálinum.
07 Vestur hevði sum heild serstakliga lítið at bjóða uppá fyri steðgin, og Jákup Mikkelsen hevði úr at gera við at halda seg heitan í tráa ælaveðrinum, sum dagurin beyð honum og hinum á vøllinum.
KÍ hevði kanska ikki so nógvar aðrar møguleikar, men tað sást á øllum brøgdum, at teir á degnum vóru grammara liðið.
Eftir steðgin mannaði 07 seg nakað upp, og ta einu ferðina var Tór-Ingar Akselsen um reppið at javna, tá hann gjørdist leysur, men Jákup bjargaði tó frágera væl.
Í hinum endanum gjørdist alt meira opið, so hvørt sum gestirnir royndu at spenna álopsbogan. Men hvørki Heðin á Lakjuni ella Steffan Kalsø vóru nóg neyvir, tá teir høvdu risa-møguleikar, men tað stillaði nervarnar hjá heimaáskoðarunum, sum Sørmund Kalsø stútaði hornaspark í netið.
Sigurin kundi verið munandi størri, men hóast tveir fríleyparar afturat, so fekk KÍ ikki punkterað spenningin. Og tað var um reppi at kosta móti dystarenda.
Beint áðrenn teir 90 minuttirnir vóru farnir, fekk Gunnar Haraldsen stútað hornaspark í netið, eftir at KÍ í tveimum umførum hevði bjargað mest sum á strikuni. Og so flutti 07 Vestur alt fram seinastu løtuna – men til fánýtis skuldi tað vísa seg.
Toppurin bíðar
Við sigrinum heldur KÍ framvegis fast um vónina um, at felagið eisini er í fremstu røð í 2010. Men enn er arbeiðið ikki liðugt – og tað langt ífrá.
Seinastu tvey umførini skulu sum minimum geva fýra stig, um KÍ skal liva víðari, og hesi stig skulu altso fáast til vega móti HB í Gundadali og EB/Streymi í Klaksvík.
Meira enn nakað man vónin hjá KÍ nú vera, at HB veruliga hevur fingið gummibein av slíkum slag, at teir snáva einaferð afturat. Gera teir tað, kann KÍ syrgja fyri, at FM-spenningurin heldur sær til seinasta leikdag, har KÍ so aftur kann gera sítt fyri at taka spenningin úr hesum stríðnum aftur.
Vestur og farin
Hjá 07 Vesturi var dysturin ein staðfesting av, at bjargingarroyndin hjá felagnum ikki rakk á mál. Tað vóru annars tekin um ein bjarging, tá dystirnir móti Víkingi og B36 vórðu vunnir, men tað eydnaðist ikki liðnum at halda fast í momentinum, sum tá varð skapt, og seinastu umførini steðgaði meira ella minni heilt upp hjá vágamonnum, sum altso aftur spæla leygardagsfótbólt komandi kappingarár.