Vestsalmon keypt Sveip

Vestsalmon hevur keypt kassavirkið Sveip á Argjum. Verandi kundar hjá Sveipi fara ikki at merkja nakað til eigarskiftið, sigur stjórin á Vestsalmon


 

Útflutningur

Kassavirkið Sveipur á Argjum hevur skift eigara. Tað er Vestsalmon í Kollafirði, sum hevur keypt. Frímund Hansen, stjóri á Vestsalmon, leggur ikki í at upplýsa, hvat teir hava latið fyri Sveip.

Frímund Hansen, stjóri á Vestsalmon, sigur, at teir leingi hava hugsað um ábøtur á útflutningspakningin, sum teir stutt satt hava hildið verið ov keðiligan.

Hann metir ikki, at tann einlitti, hvíti flamingokassin sigur keyparanum nakað. Hann vísir á lýsingina, har kundir tekur litaða pakkan við vaskipulvuri av teirri einfaldu orsøk, at hann er hugaligari at hyggja at enn tann einlitti hvíti.

Frímund Hansen sigur, at tað hevur ikki verið serligur áhugi hjá teimum, sum hava átt kassavirkini í Føroyum at gera íløgur í slíkar maskinum, sum kunnu prenta á kassarnar.

Og tað skilir hann í grundini, sigur stjórin á Vestsalmon. Tí í fyrsta lagi er íløgan rímiliga dýr. Hon táttar væl í eina millión. Og í øðrum lagi krevur hendan framleiðslan rættiliga nógv pláss. Kassarnir fylla nógv, og skulu so fleiri fyritøkur hava hvør sítt logo á í somu viku, verður trongligt onkunstaðni. Fraleiðsluvirkini hava heilt einfalt ikki pláss til tað.

Men nú hevur Vestsalmon so keypt Sveip og samstundis keypt eina prentmaskinu. Tað er líkasum lættari at stýra tí, tá tú eigur tað sjálvur, heldur stjórin. So nú fara kassarnir hjá Vestsalmon at verða frískaðir upp í næstum, sigur Frímund Hansen.

Frímund Hansen sigur, at tankin um at byggja egið virki hevur verið luftaður, men hildið varð kortini ikki, at tað var selriga skilagott. Tí tað eru í løtuni fýra kassavirki í landinum. Og so er neyvan pláss fyri meira.

Um framtíðina hjá Sveipi, sigur Frímund Hansen, at tað, at Vestsalmon hevur keypt virkið, fer ikki at ávirka framleiðsluna til teir kundar, sum virkið hevur frammanundan. Møguliga liggur ein útbygging fyri framman, og so verða umstøðurnar bara betri at røkja forrætningina, sigur hann.

Eitt annað, teir hava hugsað um, sigur Frímund Hansen, er at kunna gera kassar til amerikanska marknaðin, tá brúk er fyri tí.

Sum er, er so at siga alt standardiserað til europeisk mát, sigur hann. Europeisku og amerikansku mátini eru ikki tey somu, og tað kann vera eitt sindur óheppið, tá selt verður til Amerika.

Til dømis passa europeisku plattarnir illa í bingjurnar har yviri. Teir standa ikki nóg tættir, og so er skjótt at rósa. Hinvegin eru plattar og bingjur hjá amerikanarum gjørd hvørt eftir øðrum, og so er nógv lættari at stúva.

Tá ein ræður framleiðsluni sjálvur, er líkasum lættari at gera nakrar amerikanskar kassar, tá brúk er fyri teimum, sigur stjórin á Vestsalmon.

Annars letur hann at, at amerikanski marknaðurin hevur ikki verið so spennandi nú eina tíð. Partvís hevur flutningssambandið ikki verið heilt optimalt. Og partvís er amerikanski marknaðurin at kalla yvirfloymdur av fiski frá eitt nú Chile.