Føroyar hýsa í ár stóru ferðavinnustevnuni, Vestnorden Travel Mart, sum í dag og í morgin verður hildin í Ítróttarhøllini á Nabbi Londini, sum sýna fram síni ferðavinnutilboð á hesi útnorðurstevnu, eru Føroyar, Ísland og Grønland.
Stevnan byrjaði alment í gjárkvøldið, tá seljarar úr Føroyum, Íslandi og Grønlandi og keyparar úr fleiri ymiskum londum, hittust til ?get-together? og lættari ábit.
Vestnorden Travel Mart er opin á Nabbi í dag frá klokkan 9-17, og síðan verður skipað fyri ?norðuratlantiskum? døgurða við undirhaldi.
Í morgin er opið frá klokkan 9-12.30.
Ferðavinnustevnan er í stóran mun skipað sum ?workshop?.
Ferðaráðini í Føroyum, Íslandi og Grønlandi hava básar úti í stóru gongini í høllini, og innanfyri hurðarnar eru so stívliga 100 framsýnarar, harav 19 eru úr Føroyum og 19 úr Grønlandi.
Hinir framsýnararnir eru úr Íslandi.
Mett verður, at eini 350 fólk ? seljarar og keyparar ? eru til ferðavinnustevnuna í Føroyum.
Samvit, sum Ferðaráð Føroya í dag eitur í samanløgdum stovni, hevur heitt á Green Gate Incoming at skipa fyri Vestnorden Travel Mart í Føroyum.
Samskipari av stóra ferðavinnutiltakinum er Barbara Rasmussen.