Um mánaðarskiftið mars/ apríl fara ísfiskatrolararnir Fram og Vestmenningur at skifta motor á skipasmiðjuni MEST í Havn Ísfiskatrolararnir Fram og Vestmenningur, sum í fjør royndust millum teir heilt stinnu í føroyskari fiskiveiðu, skulu hava nýggjar motorar.
Skipini eru smíðað á Tórshavnar Skipasmiðju ávikavist í 1988 og 1989, og tá fingu tey hvør sína M.W.M. maskinu á 1305 HK. Tað eru somu motorar, sum hava verið í skipunum øll árini síðan, og nú heldur felagið P/F Meðalsbrekka í Vestmenna, sum eigur skipini, at tíðin er komin at skifta motor.
Nýggju motorarnir eru av slagnum Wartsila.
Á skipasmiðjuni MEST í Havn vita tey at siga, at nýggju motorarnir til skipini standa klárir, og sambært avtaluni millum partarnar, er ætlanin, at arbeiðið skal gerast um mánaðarskiftið mars/ apríl.
Hetta er líkasum í skiftinum millum upsa og gullaks.
Fram og Vestmenningur kallaðust upprunaliga Hádegisklettur og Stígarklettur. Teir vórðu í sínari tíð seldir til Ný Sælands, men fyri nøkrum árum síðan keypti P/F Meðalsbrekka í Vestmanna skipini heimaftur.
Útgerðarmaður er Tummas Christophersen.