Vestmenningur og Fram í Kollafirði

Tað hevur stóran týdning fyri gulllaksaskipini, at tey sleppa av við veiðina í Føroyum. Skulu skipini av landinum, missa tey ein heilan túr í sigling. Í morgun landa partrolararnir Vestmenningur og Fram umleið 550.000 pund av gulllaksi til Faroe Pelagic í Kollafirði. Teir byrjaðu at landa skipini klokkan 07 í morgun, og klokkan 20 í kvøld verður farið avstað aftur.

Hetta er triðji túrurin hjá vestmannatrolarunum á gulllaksaveiði í hesi vertíðini, og skipini hava verið full undir lúkurnar allar tríggjar túrarnar.

Hin fyrsta túrin landaðu Vestmenningur og Fram í Peter Head í Skotlandi, tí viðurskiftini á Faroe Pelagic vóru ógreið, men hesar báðar seinnu túrarar hava skipini landað veiðina í Kollafirði.

Tað hevur stóran týdning fyri gulllaksaskipini, at tey sleppa av við veiðina í Føroyum, tí skulu tey av landinum við fiskinum, missa tey ein heilan túr í sigling.

Faroe Pelagic í Kollafirði og Tavan í Leirvík keypa gulllaksin hjá teimum seks skipunum, sum eru á gulllaksaveiði í hesi vertíðini, sum varar til einaferð út á heystið.