Vestmenningur og Fram eisini fullfermdir

Jú, so sanniliga kann sigast, at trolararnir, sum fiska upsa, rokast í hesum døgum.

Mánadagin vóru Fram og Vesturbúgvin á Vestmanna. Teir høvdu fullar kassar og eisini nakað av leysum fiski.
Á Fiskavirking í Vestmanna mettu tey, at skipini høvdu 310.000-320.000 pund tilsamans. Teir fiskaðu í seks dagar.
Tað er bara ein vika, síðan somu skipini landaðu seinast; tá høvdu tey 340.000 pund eftir at hava roynt í eina viku.
So, hetta er fiskiskapur við lít, má sigast.

Góður upsi
Í Vestmanna siga tey, at Fram og Vesturbúgvin hava roynt á Munkagrunninum, og har er slagið væl betri enn eystanfyri og innari vestanfyri.
? Hetta er góður upsi; 10% 4?arar, 35% 3 og 2?arar og restin er 1?arar. Herfyri
fingu vit 36.000 pund av upsa úr Sørvági, og har vóru heili 80% 4?arar. So, upsin er rættiliga misjavnur ? alt eftir, hvar hann verður veiddur.
Í Vestmanna vita tey at siga, at fiskurin, sum Fram og Vesturbúgvin fingu á Munkagrunninum, er rættiligur gýtingarfiskur.