Vestmenningur er vaknaður

10-MANNAFØR Fyri fyrstu ferð síðani á Ólavsøku í 2002 eydnaðist tað leygardagin Vestmenningi at vinna, og nú er tað lagt upp til sera tætta kapping millum Vestmenning og Eysturoying, sum higartil hava vunnið seks FM heiti í part

Tað var eitt sindur óvæntað, at Vestmenningur vann á Sunda­lagsstevnu. Í kjalarvørrinum av Norðoyastevnuni sigur tað seg sjálvt, at Eysturoyingur var favo­rittur, men tað var altso Vest­menn­ingur, sum kom fyrstur á mál í Hvalvík.
Á Norðoyastevnu var Eystur­oy­ingur fremstur við 7.14.05, og Vestmenningur var næstfremstur við 7.16.16. Leygardagin var vinn­ara­tíðin hjá Vestmenningi 9.47.13, og Eysturoyingur var næstfyrstur við 9.49.03. Á Norðoyastevnu kappaðust 10-mannaførini á 1500 metrum, og á Sundalagsstevnu kappaðust tey á 2000 metrum. Sammett við avrikið á Norðoyastevnu var avrikið hjá Vestmenningi hesa ferð 4.21 sekund betri enn tað hjá Eysturoyingi.
Søgan sigur, at Vestmenningur ofta hevur verið eitt sindur tungur í startinum, og at tað ikki hevur verið fyrrenn í miðróðrinum og í endaspurtinum, at Vestmenningur hevur tikið tað, sum hevur verið neyðugt at vinna, fyri at koma fremstur á mál.
Soleiðis var tað ikki á Sunda­lagsstevnuni. Hjá øllum trim­um bátunum – Hoyvíkingi, Eystur­oy­ingi og Vestmenningi – var start­urin góður. Eina løtu tóktist tað sum um, at Eysturoyingur hevði hug at stinga seg framum, men Vest­menn­ingur helt honum í sera stutt­um tjóðri, og so við og við var tað Vestmenningur, sum tað mun­aði best hjá.
Hoyvíkingur dragnaði, og tá ið Vestmenningur hevði fingið Eystur­oying eina bátslongd afturum, bar tað ongantíð til hjá favorittunum at taka vestmenningarnar. Onkra ferðina tódnaði munurin eitt sindur, men á málinum var eing­in ivi. Vestmenningur var meiri enn eina hálva bátslongd framman­fyri Eysturoying, sum var fleiri báts­longdir frammanfyri Hoyvíking.

Teir stóru
Vestmanna er gomul kappróðrar­bygd. Seinastu árini hevur tað verið eitt sindur upp og niður hjá 10-mannafarinum. Nú er eldur av álvara komin í aftur, og vest­menn­ingar eru aftur farnir at fylgja við úr vindeygum og túnum, tá ið Vest­menningur summarkvøldini venur.
Í FM søguni, sum gongur aftur til 1973, verður Vestmenningur rokn­aður millum teir stóru. Um gjørt verður upp í talinum av FM heitum, so er Vestmenningur saman við tveim­um øðrum á 2. plássi.
Havnarbáturin eigur flest FM heiti (13), og saman við Eystur­oyingi hava Nólsoyingur og Vest­menn­ingur vunnið FM seks ferðir. Tað eru tíggju ár síðani Vest­menn­ingur var meistari, og inntil á Sundalagsstevnu í Hvalvík leygar­dagin var Vestmenningur ikki komin fyrstur á mál síðani á Ólav­søku í 2002.
Havnarbátin og Nólsoying er tíverri einki at síggja til í ár, og Klaksvíkingur, sum seinastu árini hevur verið so pretin og hevur vunnið tvey FM heiti, er heldur ikki flotaður. Nú eru tað Eysturoyingur og Vestmenningur, sum eru mitt í stríðnum fyri at vinna FM í ár, og harvið í samantalda FM úrslitinum einsamallur at leggja seg á næst­fremsta plássið.
Kappingarnar í Klaksvík og Hvalvík boða frá stórum spenningi, og leygardagin verður tað aftur spenn­ingi, tá ið Eysturoyingur fer at rógva í heimasjógvi!