Vestmenningarnir halda stílin

Hóast KÍF royndi at arga, so var eingin slingur í valsinum hjá VÍF, sum framvegis heldur rimmarfast um oddasessin

Hondbóltur

 

Tað gongur framvegis við fullari ferð hjá besta mansliðnum hjá VÍF.

Frá fyrsta kappingardegi hava vestmenningar sett seg á oddasessin í Atlantic Airways-deildini, og sunnudagin gjørdist aftur talan um sigur.

Hesa ferð var tað móti grannunum úr Kollafirði, at dysturin stóð, og eini grannauppgerð so líkt, so var intensiteturin alla tíðina í dystinum.

VÍF var tó fyri tað mesta liðið, sum var omaná, men tað var ongan tíð soleiðis, at teir veruliga kundu kanna sær bitan. Eitt skifti vóru kollfirðingarnir enntá á odda, men fyri tað mesta var munurin millum liðini eini tvey-trý mál.

Við sigrinum heldur VÍF framvegis fast um oddasessin, har teir nú hava 14 stig fyri átta dystir. Fyrst og fremst ræður um at halda seg millum tey bæði fremstu í deildini, og tað gjørdi ikki lagið verri, at H71 hesa ferð misti stig, soleiðis at munurin niður til triðja plássið øktist upp í fýra stig.

Kollfirðingar eru framvegis í tunga endanum av talvuni saman við Kyndli, men hóast teir neyvan koma at spæla um heiðursmerki í ár, so hevur liðið fleiri ferðir prógvað, at teir kunnu geva øllum í deildini ein skarpan gang.

 

Fakta um dystin

KÍF-VÍF 21-24 (9-12)

10 min: 1-4

20 min: 6-7

40 min: 12-15

50 min: 18-19

Málskjúttar

KÍF: Andreas Nielsen 4, Pætur Johansen 4, Jákup Trúgvason 4, Rógvi Weihe 3, Ási Dam 2(2), Regin Petersen 1, Niclas Reginsson 1, Teitur Joensen 1, Suni Johannesen 1

VÍF: Sámal Joensen 8, Joen Pauli Høgnesen 3, Karl Johan Durhuus 3, Bjarti HJansen 2, Rúni Joensen 2(2), Niels Andreasen 2, Áki G. Olsen 2, John Zachariassen 1

Brotskøst: KÍF 2, VÍF 3

Útvísingar: KÍF 2, VÍF 4

Dómarar: Karstin Joensen & Kristian Joensen