Vestmenningar vænta sær onga gávu

Vestmenningar hava allar leikarar tøkar, tá teir sunnudagin skulu inn á Skála at royna seg, men teir eru sannførdir um, at talan ikki verður um nakran lættan dyst

Eftir at Neistin fyri viku síðani vann toppdystin móti StÍF, fluttu teir so at siga alt trýstið í FM-stríðnum yvir á VÍF. Boðini til vestmenningarnir eru nevnliga púra greið, nú tveir dystir eru eftir at leika í landskappingini:

Alt annað enn tveir sigrar í teimum báðum seinastu dystunum merkir, at VÍF noyðist at veittra farvæl til gullmerkini, og hetta eru leikararnir eisini fult greiðir um.


Fáa einki forerandi

Hjalmar Klein Olsen, venjari hjá VÍF, sigur við Sosialin, at týdningarmesta uppgávan hjá sær, uttan iva er at sannføra leikararnar um, at talan verður um ein sera torføran dyst sunnudagin.

- Tað er av alstórum týdningi, at vit taka uppgávuna í nóg stórum álvara, tí hóast StÍF nú hevur mist møguleikan fyri meistaraheitinum, so fara teir ikki at forera okkum nakað sum helst, sigur Hjalmar

Annars greiður venjarin frá, at teir sum so ikki hava gjørt av, júst hvussu taktikkurin undan dystinum er. - Við tað at allir mans nú eru tøkir (Daniel Rápa undantikin), hava vit fleiri møguleikar á hesum øki, sigur venjarin, sum eisini vísur á, at tað hevur styrkt um hópin, nú Rógvi aftur er komin fyri seg. Í sama viðfangi ger hann enn eina ferð vart við, at týdningarmesti spurningurin hjá vestmenningum er, um leikararnir eru nóg greiðir yvir, hvussu torførur dysturin verður.

Vinna vestmenningar dystin sunnudagin, er lagt upp til eina rætta finalu komandi vikuskifti, men hetta vil Hjalmar helst ikki tosa um. - Vinna vit ikki dystin móti StÍF kann alt gera tað sama í so máta, og tí eiga vit fyrst og fremst at hugsa um uppgávuna, sum stendur fyri framman, sigur venjarin.

Hann dylur tó ikki fyri, at tað fyri hondbóltin hevði verið stuttligt, um talan verður um eina slíka finalu, men tað krevur so tvey stig sunnudagin.


Einki at óttast

Jónleif Sólsker, sum er venjari hjá StÍF, er í øllum førum samdur við Hjalmari, tá hesin sigur, at talan verður um ein torføran dyst.

- Vit hava einki at vera bangnir fyri, og kunnu tí spæla fullkomuliga frígjørt, og hetta skuldi í øllum førum merkt, at leikararnir ikki eru eins fjáltursstungnir, sum teir vóru undan dystinum móti Neistanum, heldur Jónleif fyri, og hann leggur afturat, at hetta kanska vil viðføra, at undirhaldsvirðið í dystinum verður størri.

Strandingarnir eru tó nakað skerdir til dystin hesu ferð, við tað at fleiri av leikarunum ikki verða tøkir til dystin.

Í øllum førum tykist vit, at John Petersen ikki verður á liðnum sunnudagin, tí hann ístaðin verður á B36 liðnum, sum sunnudagin skal leika í steypakappingini í fótbólti. Harumframt er ikki væntandi, at Alexandur Johansen verður til reiðar at spæla eftir skaðan, hann fekk móti Neistanum, og heldur ikki kann væntast, at Sveinbjørn Poulsen verður at síggja á vøllinum sunnudagin. Í skrivandi løtu er hann í øllum førum sjúkur, men møguliga er hann komin fyri seg aftur sunnudagin.


Nógvir áskoðarar

Teir báðir venjararnir eru eisini samdir um, at nógvir áskoðarar kunnu væntast til dystin sunnudagin.

Bæði liðini hava vanliga havt sera trúgvar áskoðarar, og lítið er at ivast í, at stórt tal av vestmenningum fer at ferðast til Skála sunnudagin, fyri á tann hátt at stuðla liði teirra í royndini at vinna føroyameistaraheitið aftur til bygdina. Harumframt kann eisini roknast við, at strandingar vera eins trúgvir og vanligt, hóast gullið er gloppið teimum av hondum, og tískil munnu bestu ráðini undan dystinum helst vera, at tú skalt koma í høllina í góðari tíð, um tú ætlar at fáa sitipláss.