Vestmenningar tóku havnarmenn aftur

Áðrenn toppuppgerðina komandi leygardag, er spenningurin í 1. deild í hæddini. Við stórsigri í vikuskiftinum hava vestmenningar nú eins nógv stig sum favorittarnir úr Havnini.

Talv

Fyri viku síðani vunnu havnarmenn tryggan 3-1 sigur á hvalvíkingum. Finnbjørn Zachariassen bjargaði botnliðnum eitt kærkomið stig, tá hann í góðum stíli vann á Olaf Berg.
Dysturin millum Klaksvík 2 og Vestmanna varð tá útsettur og varð leiktur leygardagin. Ímóti einum sera skerdum klaksvíksliði, høvdu vestmenningar góðar møguligar at vinna seg framum havnarmenn. Úrslitið varð 3,5-0,5 til John Rødgaard & Co., og hetta førdi við sær, at vestmenningar tóku havnarmenn aftur og hava bæði liðini nú 20 stig eftir sjey umfør.
Rani Nolsøe og Rødgaard leiktu javnt á 1. borði. Rani, sum hevði svarta fólkið, helt høvdið kalt við finnu minni og ólíkalittum bispum. Rødgaard varð í roynd og veru trýstur í sínari tíðneyðini, men helst varð støðan á remis-markinum allatíð. Eitt gott úrslit hjá Rana, sum tykist at hava reist seg eftir nøkur sløk talvár.

Hvør vinnur FM?
Helst vóru mong sum væntaðu, at unga evnaríka havnarliðið fór at strúka avstað og vinna eitt trygt FM í ár. Martin Poulsen, Olaf Berg og Helgi D. Ziska eru jú ikki hvør sum helst. Veteranurin Andrias Ziska hevur staðið seg væl sum fjórði telvarin á liðnum. Sjálvsagt kostaði tað teimum nøkur stig, tá Martin ikki var tøkur fyrstu trý umførini.
Havnarliðið hevur í roynd og veru havt góð úrslit, men vestmenningar hava havt eins góðan róður og hetta ger, at kappingin um gullið enn er púra opin.
Leygardagin hittast liðini í sonnum toppbraki í Havnini. Um havnarliðið verður tað sama sum seinastu mongu umførini, eru teir á tveimum borðum ratingfavorittar. Tó er at kalla eingin munur millum Martin og Rødgaard, men Martin hevur so nøkur fá ratingstig fleiri. Á 3. borði er Helgi (2218) greiður favorittur ímóti Samson Højgaard (1909).
Uppgerðirnar á 2-4. borðunum, eins og á 1. borði, eru rættiliga torførar at meta um. Fá ratingstig skilja partarnar. Ein spennandi dystur er tískil fyri framman í Havn komandi leygardag, tá 8. umfar er á skránni. Sunnudagin verður 9. umfar telvað og seinasta umfar verður telvað í Vestmanna 4. mars.

Topalov og Anand
Ratingfavorittarnir, Veselin Topalov (2801) og Viswanathan Anand (2792), fylgdust rættiliga javnt væl í árligu Wijk aan Zee. Endin varð, at báðir fingu 9,5 stig av 13 møguligum. Seks sigrar, seks javnleikir og eitt tap hvør. Topalov heldur sostatt fram eftir HM-sigurin í oktobur við stórspæli. Anand er nú tann fjórði telvarin omanfyri magiska 2800-markinum. Hinir eru Kasparov, Kramnik og Topalov
Teir næstu í røðini vórðu Vassily Ivanchuk og Michael Adams við hvør sínum 7,5 stigum. Peter Leko skuffaði við 6,5 stigum.
15 ára gamli Magnus Carlsen úr Norra, vann saman við russinum Alexander Motylev B-bólkin. Báðir fingu innbjóðing til A-bólkin í 2007.