Vestmenningar spíla seg út

Ferðslan er væl skipað, og í seinasta lagi klokkan 14 skulu kappróðrarbátarnir vera settir á avmerkta økið á havnarlagnum Tann tíðin er farin, tá ið øll ferðsla vestur í Vágar og harvið eisini tey, sum ferðaðust umvegis flogvøllin í Vágum, fóru til Vestmanna og um Vestmannasund. Tann ferðslan fer nú í tunnilin undir Vestmannasundi.

Í vikuskiftinum er Fjarðastevna í Vestmanna. Serliga í sambandi við kappróðurin seinnapartin fer tað at bera nógva ferðslu til Vestmanna við sær, og tað hava vestmenningar fyrireikað seg til.

Ovari vegur er einsrættaður út í bygdina, meðan Niðari vegur er einsrættaður inn eftir fjørðinum. Tó kunnu bilar, sum koyra við kappróðrarbátum, fara út eftir Niðara vegi í sambandi við kappróðurin.

Allir kappróðrarbátar skulu takast av bilunum á kajøkinum, og bátarnir skulu vera á avmerkta økinum fyri klokkan 14.00 í dag.

Kappróðrarbátarnir verða flotaðir við gomlu ferjuleguna, har tað er dráttur. Við gomlu ferjuleguna er ein bátabrúgv, har bátar, sum verða mannaðir við fleiri manningum, kunnu nýta at skifta manning á.