Eysturoyingur er besta 10-mannafarið í 2010. Tað sigur stigatalvan, og harvið er Eysturoyingur føroyameistari.
Men á Ólavsøku gekk tað ikki hjá teimum av Skálafjørðinum, sum teir sjálvandi høvdu bæði vónað og ætlað.
Vestmenningur vann í fína og fagra róðrinum, sum setti punktum fyri róðrarárið - á sjónum í hvussu so er!
Vestmenningur sprakk avstað, og Vestmenningur var fremstur allan teinin. Tá ið bátarnir nærkaðust Molanum legði Eysturoyingur upp á síðuna av Vestmenningi, men so tóku vestmenningar nøkur rimmar tøk, ið legði Vestmenning ein skut framum aftur.
Í endaspurtinum dróg rættuliga saman. Eysturoyingur gekk sera væl á síðstu metrunum, men á málinum var Vestmenningur eitt vet frammanfyri.
Hoyvíkingur hekk væl uppií. At hann var hálva bátslongd aftanfyri Eysturoying bar við sær, at hann ikki fekk ávirkan á, hvør av hinum báðum skuldi vinna FM.
Norðingur bjóðaði seg fram fyri fyrstu ferð í ár, men hann spældi ikki nakran leiklut og endaði væl aftanfyri hinar tríggjar.
1 Vestmenningur 04:03.24
2 Eysturoyingur 04:04.08
3 Hoyvíkingur 04:06.08
4 Norðingur 04:15.01
Endaliga støðan
1 Eysturoyingur 46 (FM vinnari)
2 Vestmenningur 45
3 Hoyvíkingur 35
4 Norðingur 4










