– Fíggjarætlanin fyri 2024 hjá Vestmanna kommunu er samtykt við skattalætta og hægri barnafrádrátti.
Tað skrivar Vestmanna kommuna á heimasíðuni, har greitt verður frá, at onnur viðgerð av fíggjarætlanini 2024 varð á bygdarráðsfundi í hóskvøldið.
– Fíggjarætlanin varð einmælt samtykt á bygdarráðsfundinum hóskvøldið 23. november 2023. Skattaprosentið fyri 2024 lækkar frá 21,25 til 21,15, og barnafrádrátturin hækkar úr kr. 5000 til kr. 5.500. Stovnsgjaldið, har foreldrini bert rinda fyri eitt barn, er óbroytt.