Vestmenningar rinda meiri í skatti

Vestmenningar hava fyrra hálvár í ár rindað meiri í kommunuskatti, enn teir rindaðu fyrra hálvár í fjør. Minni væl hevur skattainntøkan roynst í Kvívíkar kommunu.

Hóast tað hevur gingið striltið at fáa virksemi aftur á flakavirkinum í Vestmanna, so hevur talan verið um lutfalsliga stóran vøkstur í skattainntøkuni. Vestmenningar rindaðu 962 túsund krónur meiri í skatti fyrra hálvár í ár. Tað svarar til ein vøkstur upp á 5,85%.

Í Kvívík var afturgongdin 3,34% ella 294 túsund krónur.

Sunda kommuna er triðja kommunan í Norðstreymi. Umframt bygdirnar frá Hósvík og norður til Tjørnuvíkar fevnir hon eisini um bygdirnar í Eysturoy frá Oyri og norður til Gjáar - undantikið Eiðis kommunu. Í Sunda kommunu var framgongdin í skattainntøkuni fyrra hálvár í ár sammett við í fjør 1% ella 246 túsund krónur.