Meðan VÍF ikki byrjaði árið eftir vild, tá teir vitjaðu á Skála, fekk Neistin eina flúgvandi byrjan við útisigri sínum móti H71.
Men í dag prógvaði VÍF, at teir avgjørt skulu teljast við millum liðini, sum ætla sær í FM-finaluna, tá tann tíðin kemur.
VÍF bukaði nevnliga Neistamenninar væl og virðiliga. Serliga var tað løtan kring steðgin, sum var avgerandi. Her broyttist støðan frá 7-9 til 9-21, og so var líkasum ikki nakað hjá Neistanum at koma eftir.
Tveir dystir vórðu eisini spældir í bestu mansdeildini í gjár. Kyndil vann á útivølli móti StÍF, og í Klaksvík eydnaðist tað KÍF at fara avstað við stigunum.
StÍF-Kyndil 21-30
Team Klaksvík-KÍF 30-32
Neistin-VÍF 16-32 (9-14)