Vestmenningar nýggjan brandbil

? Vit eru sera fegnir um hendan bilin, sigur Símun Simonsen, brandmeistari í Vestmanna

Eirikur Lindenskov


Nýggi brandbilurin hjá sløkkiliðnum í Vestmanna er ein Ford F-550. Hann skal loysa av 33 ára gamla Toyota Landcruiser brandbilin, sum nú verður seldur.

? Vit eru sera fegnir um hendan bilin, sigur Símun Simonsen, brandmeistari í Vestmanna.

Bilurin, sum er gjørdur í USA, er umbygdur til brandbil hjá MT-Bilum í Ólavsfirði í Íslandi.

Stjórin í MT-Bilum, Sigurjón Magnússon, er sjálvur komin til Føroya við bilinum, og hevur hann monterað alla leysu útgerðina í bilin, sum var í gamla bilinum.

Bilurin er stórur ? totalvektin er átta tons. Hann hevur ein 235 hesta V-8 motor, sum eisini er turbo diesel. Hann hevur seks gear og fýrahjólstrekk. Bilurin hevur ein tvey tons vatntanga og 65 litra skúmveskutanga.

Umframt eldsløkkiútgerð, so hevur bilurin eisini útgerð at klippa bilar sundur við. Saksurin hjá vestmenningum kann klippa við einum trýsti upp á 38 tons og kanna trýsta sundur við einum trýsti upp á 8-9 tons. Eisini hevur bilurin spæl framman, so hann eitt nú kann toga ella halda bilum.


28 sløkkiliðsmenn

Í sløkkiliðnum í Vestmanna eru 28 mans, sum allir eru sjálvbodnir. Um eitthvørt er á vási, ringir teldan hjá Alarmsentralinum til sløkkiliðsmenninar, sum síðani boða sjálvvirkandi skipanini frá, um teir fáa boðini . Telduskipanin ringir, til 12 mans hava váttað, at teir hava fingið boðini.


Sær ein marknað

í Føroyum

Sigurjón Magnússon heldur, at góðir møguleikar skuldu verið at selt fleiri sløkkiliðsbilar til Føroya.

? Tað er júst tykkara tørv, ið vit kunnu nøkta, tí vit gera bilar til smáar býir og bygdir, sigur hann.

Á verkstaðnum hjá MT-Bilum í Ólavsfirði gera teir umframt sløkkiliðsbilar eisini bátar í glastrevjum umframt annað, ið hevur við glastrevjar at gera.

Teir hava gjørt seks sløkkiliðsbilar higartil, og í løtuni eru tríggir í gerð, greiðir Sigurjón Magnússon frá.

Bilurin hjá Vestmanna sløkkiliði kostar um 850.000 krónur.