Vestmenningar koppaðu á heimavølli

VÍF-KÍF 26-27 (13-15)

Kollfirðingar vóru væl tendraðir, tá teir í dag vitjaðu í Vestmanna. VÍF kundi við einum sigri staðfesta sítt finalupláss, men hesar ætlanir vórðu púrasta punkteraðar av KÍF.

Ofta hava kollfirðingarnir givið vestmenningum ein skarpan gang, og hesa ferð fullkomuliga noktaðu teir at geva seg. VÍF hevði annars takið stóran part av fyrra umfarinum, men seinastu minuttirnar undan steðginum tók KÍF dik á seg.

Og allan seinna hálvleik hildu teir fast um leiðsluna. Eitt skifti var munurin heili seks mál, men tá VÍF so slerdi turbona til, tóktist dysturin veruliga at koppa. Eitt væl timað time-out fekk tó aftur KÍF á rættkjøl, og so kundi Gert Hansen í seinasta minuttinum staðfesta ein óvæntaðan - men uppibornan - sigur.

Bestu málskjúttar hjá VÍF vóru Sámal Joensen og Harald Bjørgvin, sum skutu fimm mál hvør. Hjá KÍF skeyt Damir Oros 11 mál.