Vestmanna Bátafelag er nú stovnað. Tað hendi á fundi í Undirhúsinum í Vestmanna sunnukvøldið, tá stigtakarar høvdu kallað saman til stovnandi fund av felagnum.
Formaður í fyrstu nevndini er Kristen Friis, Ólavur Olsen er kassameistari, Louis Højgaard er skrivari, og nevndarlimir eru Helgi Fossdal og Hengi Isaksen.
Felagið hevur til endamáls at betra um umstøðurnar hjá bátaeigarum, og pláss er fyri bæði monnum og kvinnum í felagnum.
- Vit fara at eggja til at gera felags bátatúrar og annars at savna inn vitan um bátar, sigur formaðurin, Kirsten Friis.
Í nýggja bátafelagnum í Vestmanna hava tey gjørt av at hittast hvørt sunnukvøld klokkan 19 í Undirhúsinum at tosa um felags áhugamál.










