Talv
Liðkappingin hevur útviklað seg til eitt stríð millum klaksvíkingar og vestmenningar um gullkrónurnar, har fyrst nevndu sjálvsagt hava bestu kortini við teirra stigarleiðslu. Men vestmenningar hava enn møguleikan, serliga í komandi umfari ? hitt næstseinasta ? tá toppdystur verður millum teir og klaksvíkingar. Enn er einki avgjørt.
Toppdysturin
Havnarmenn mistu helst FM-møguleikan leygardagin, tá teir leiktu 2-2 ímóti toppliðnum úr Klaksvík. 2-2 er einki vánaligt úrslit, tvørturímóti, men skuldi FM-heitið endurvinnast, so var kravið ein sigur. Flóvin Tór Næs var heima og hjálpti barndómsfelagnum, og sjálvt um hann vann sítt talv ímóti Ólavi Simonsen, fingu havnarmenn bert tvey stig. Ólavur hevði helst møguleika at fáa javnt, men gjørdi avgerandi feil í endatalvinum - eins og Rani Nolsøe gjørdi ímóti Martini Poulsen á øðrum borði - og tapti.
Hinvegin bjargaðu Steintór Rasmussen og Tummas M. Anthoniussen stigini til klaksvíkar, við sigrum á Olaf Berg og Herlufi Hansen. Talvið sum Steintór vann, er í blaðnum í dag. Royndi klaksvíkingurin telvar sera frískt og álopssinnað, og tað gav úrslit.
Heini Olsen var hjástaddur sum áskoðari í Klaksvík (Heini hevur havt talvskúla fyri unglingar okkara sum umboða Føroyar í NM, sum verður í døgunum 14-16. februar í Danmark), men leikti ikki við oddaliðnum. Hetta ber brá um at klaksvíkingar veruliga hava sjálvsálit og halda síni orð. Teir høvdu nevnliga framanundan alment sagt, at teir ikki vildu styrkja liðið ímóti havnarmonnum. Klaksvíkingar vórðu tí bilsnir og eisini skuffaðir tá havnarmenn høvdu styrkt sær um liðið við Flóvini ? uttan at nevna tað framanundan. Klaksvíkingar væntaðu ivaleyst eitt slag av einari gentleman agreement frá Havnar Telvingarfelag, eftirsum teir høvdu spælt út við opnum kortum undan dystinum.
Endaspurtur í gongd
Í Vestmanna vann heimaliðið ein væntaðan 4-0 sigur ímóti HT 2. Bert Jóhan Gaard á HT 2 hevði møguleika at fáa okkurt stigið í talvinum ímóti IM John Rødgaard. Jóhan var ikki nóg kaldur, og Rødgaard tók sín kjans eftir hetta.
Vestmenningar tóku við hesum stórsigri eitt gott stev ímóti oddaliðnum, og eru teir einastu sum kunna bjóða klaksvíkingum av. Teir á HT 2 flyta nú við nærum vissu niður í 2. deild. Teir hava stríðst væl, men seinastu tvey umførini hava prógvað, at teir enn ikki eru til reiðar at leika í fremstu deildini.
Hvalvíkingar vunnu ein góðan 2,5 ? 1,5 sigur á kollfirðingum sum viðførir at teir møguliga náa einum fjórða plássi og at niðurflyting bert í teoriini er møgulig.
Næstseinasta umfar verður 24. februar, og tá hittast HT2 - KT, KTF - VT og HT ? TFS.
2. deild
Toppdysturin millum toftamenn og sandavágsmenn endaði við tryggum 3-1 sigri til fyrst nevndu. Klassiska uppgerðin millum Torkil Nielsen og Jens Kristian Hansen vann Jens Kristian, sum hevur havt góð úrslit í ár, og vinnur sær nøkur ratingstig aftrat sínum 2165. Tvey umfør resta í, men torført er at ímynda sær at Jens Kristian missur nøkur stig. Veteranuppgerðin millum Gutta Petersen og Jústines Hansen endaði jøvn.
Hinir dystirnir vóru; KTF2 - VT2: 3,5 ? 0,5 og GT ? RT 2,5 ? 1,5. Toftamenn eru trý stig fremstir, og flyta allarhelst uppaftur í 1. deild.
Í 3. deild vann oddaliðið HT3 4-0 á kollfirðingum, og liggja klárt fremstir.
NM unglingar
Fimm ungir telvarar ? Hans K. Simonsen, Martin Poulsen, Olaf Berg, Rani Tómasson og Rógvi Mortensen - fáa komandi vikuskifti møguleikan at gera vart við seg, tá teir umboða Føroyar í Norðurlandameistaraheitinum fyri unglingar, sum verður leikt á Tjele Efterskole í Jútlandi 14-16. februar. Ferðaleiðari verður John Rødgaard.
Unglingar okkara hava fingið góða venjing frá útisetanum Heina Olsen, sum hevur verið heima og skipað fyri talvskúla.
Í næstu viku fer talvgreinin tískil at snúgva seg um vónandi góð úrslit hjá føroyingum.
1. Deild
KT - TFS 1.5-2.5
Hans K. Simonsen (2070) - Martin Brekká (2060) 1-0
Bernhard Thomsen (1980) - Finnbjørn Zachariasen (2050) 0-1
Ey_álvur Johannesen (1680) - Sámal Christiansen (1800) 0,5-0,5
Alvin Joensen (1640) - Bergur Magnussen (1735) 0-1
KTF - HT 2-2
Ólavur Simonsen (2215) - Flóvin T. Næs (2235) 0-1
Rani Nolsøe (2185) - Martin Poulsen (2090) 0-1
Steintór Rasmussen (2090) - Olaf Berg (2055) 1-0
Tummas M. Antoniussen (1965) - Herluf Hansen (2035) 1-0
VT - HT 2 4-0
IM John Rødgaard (2315) - Jóhan Gaard (1810) 1-0
Torbjørn Thomsen (2210) - Óli Joensen (1790) 1-0
John Jacobsen (1910) - Jóhan E. Hansen (1760) 1-0
Kári Durhuus (1745) - Jógvan Næs (1715) 1-0
Støðan eftir 8. umfar
1KTF, Klaksvík 5-3-022,5
2VT, Vestmanna 5-1-221,0
3HT, Tórshavn 4-4-019,5
4KT, Kollafjørður 2-2-413,0
5TFS, Hvalvík 2-1-512,5
6HT 2, Tórshavn 0-1-77,5
2. Deild
KTF 2 - VT 2 3.5-0,5
Finnbjørn Vang (1965) - Jákup á R. Andreasen (1655) 1-0
Ingolf Gaard (1745) - Jón Mikkelsen (1655) 1-0
Ebb F. Petersen (1215) - Joen Pauli Johannesen (1465) 0,5-0,5
Rani Tómasson (1185) - Niels O. Durhuus (1365) 1-0
ST - TT 1-3
Torkil Nielsen (2080) - Jens Kristian Hansen (2165) 0-1
Bernhard Augustinussen (1835) - Helgi Joensen (1740) 0,5-0,5
Jónfinn Thomsen (1795) - Wensil Højgaard (1730) 0-1
Gutti Petersen (1630) - Justines Hansen (1650) 0,5-0,5
GT - RT 2.5-1.5
John Joensen (1750) - Bjarki Ziska (1805) 0,5-0,5
Jákup F. Joensen (1715) - Brandur K. Jacobsen (1655) 1-0
Reinhold Isaksen (1710) - Henrik W. Joensen (1655) 1-0
Heri Thomsen (1375) - Eyðun Lamhauge (1645) 0-1
Støðan eftir 8. umfar
1TT, Toftir 7-0-121,5
2ST, Sandavágur 4-1-318,5
3RT, Runavík 2-4-217,5
4KTF 2, Klaksvík 3-0-514,0
5GT, Gøta 2-1-512,0
6VT 2, Vestmanna 2-2-411,5
3. Deild
VT 3 - ST 2 1-3
Jóhannus Johannesen (1105) - Rógvi Jacobsen (1755) 0-1
Rógvi Hansen (1075) - Magni Thomassen (1495) 1-0
John Martin Andreasen (1040) - Jóannes Ortind 0-1
Martin Jóanesarson - Ari Thomassen 0-1
HT 3 - KT 2 4-0
(KT møtti ikki ? missa tískil 4 stig)
HT 4 - Rókur 3.5-0,5
Poul Poulsen (1720) - Petur Sumberg (1635) 1-0
Jóannes Guttensen (1585) - Árni M. Dam 1-0
Frants J. Eliassen (1470) - Karl M. S. Jensen (1315) 0,5-0,5
Herluf Mortensen (1325) - Pól Andreas Poulsen 1-0
Støðan eftir 8. umfar
1HT 3, Tórshavn 6-2-024,5
2HT 4, Tórshavn 5-0-319,5
3ST 2, Sandavágur 5-1-218,5
4Rókur, Oyri 3-0-511,5
5VT 3, Vestmanna 0-1-78,0
6KT 2, Kollafjørður 2-2-46,0