Vestmenningar flota aftur

Árliga bátastevnan hjá Vestmenningum, Kjalarvatn, verður aftur í ár hildin seinast í mei. Og tiltøkini verða ikki færri, enn tey plaga at vera

Vælkenda bátastevnan, Kjalarvatn, sum vestmenneninga á hvørjum ári skipa fyri, verður í ár hildin tann 21. mei, sigur róðrarnevndin hjá VÍF í tíðindaskrivi.
Sum vanligt fara bátarnir at møtast fyri Fútakletti, haðani farið verður sum í grindarakstri inn á Vestmanna. Siður hevur verið árini frammanundan, at gamli postbáturin Ólavur líkasum hevur verið formansbátur.
Á havnarlagnum í Vestmanna verður tann vanligi veitslurómurin, tá alt fylgið leggur at. Har verður heit súpan við onkrum afturvið at fáa hjá teimum, sum koma siglandi á Vestmanna. Tónleikur verður at hoyra frá bæði harmonikum og hornorkestri. Og so verður tað sum á øðrum stevnum, at bæði sølubásar og stuttleikabásar við ymiskum undirhaldi til bæði børn og vaksin vera á bryggjuni. Í ítróttarhøllini verður eisini skipað fyri ymiskum undirhaldi sum minitivoli, andlitsmáling og fleiri slíkum tiltøkum.
Matsøla verður eisini, so ongum nýtist at ganga svangur í Vestmanna. Men tað plaga fólk heldur ikki at gera á hesi stevnuni. Tí allastaðni liggja bátar, har blítt fólk er umborð, og dúgliga verður vitjað ímillum. Og tað plagar ikki at vera keðiligt.
Um kvøldið verður skipað fyri dansi í ítróttarhøllini, har Country Bólkurin í Klaksvík fer at spæla. Skipað verður eisini fyri bussambandi millum bygdir, siga fyrireikararnir.
Kappróðrarnevndin hjá VÍF sigur at enda í tíðinadskrivinum, at meira nágreiniliga skrá kemur umleið eina viku fyri tiltakið.