Vestmenningar flongdu havnamenn

Sjey umfør eru nú leikt í liðkappingini í talvi, og eftir at vestmenningar smurdu havnarliðið av, nærkast teir gullinum við trimum stigum framman fyri klaksvíkingar.

Talv

 

Tað er einki at dylja yvir, at klaksvíkingar høvdu sett álitið á Havnina, ið veruliga hevði fingið vind í seglini. Havnin møtti fyrsta liði hjá vestmenningum, meðan klaksvíkingar møttu øðrum liði hjá vestmenningum. Eitt gott úrslit hjá Havnini og ein stórsigur til klaksvíkingar vildi ført við sær, at oddastríðið hevði verið opið aftur.

Tað sá gott út hjá havnamonnum ta einu løtuna. Herluf javnaði skjótt við svørtum móti Carl Eli, álopið hjá Samsoni sá út til at hasa av móti Hjalta, og Martin hevði tvær finnur meir móti Rødgaard. Hóast góðar støður hjá havnamonnum, vístu vestmenningar drúgvari spæl, og á trimum teimum niðastu borðunum vunnu vestmenningar øll síni talv, meðan Rødgaard megnaði at halda javnt móti Martini. Sostatt endaði dysturin við 3½ - ½ sigri til vestmenningar.

 

Klaksvíkingar gjørdu bart

Annað liðið hjá vestmenningum hevur higartil ikki megna at fóta sær í 1. deild. Sunnudagin møttu teir einum uppsettum klaksvíksliði, sum vann øll síni talv. Tað var ongantíð vandi á ferð hjá klaksvíkingum, hóast vestmenningar kundu fingið eitt hálvt stig við neyvum spæli. Við einum 4 – 0 sigri til klaksvíkingar minkaði munurin millum oddaliðini við einum hálvum stigi. Við úrslitunum í vikuskiftinum er fyrsta liðið hjá Vestmanna talvfelag trý stig framman fyri fyrsta liðið hjá Klaksvíkar talvfelag.

 

Sandavágur dregur frá Havnini

Sandavágs talvfelag fekk vitjan av øðrum liði hjá Klaksvíkar talvfelag. Hóast klaksvíkingar komu við sterkastu manning nakrantíð, fingu teir bert eitt stig við heim aftur.

Olaf Berg vann á Terja Petersen, og Torkil Nielsen vann á Halduri S. Johansen, sum misti ein mann tíðliga í talvinum. Á triðja borði telvaðu Rógvi E. Nielsen og Wille Olsen javnt, sum eisini gjørdist úrslitið á fjórða borði millum Jón Gregersen og Esbern Christiansen. Samlaða úrslitið gjørdist 3 – 1 til Sandavág, sum nú liggur 4½ stig framman fyri Havnina í kappingini um triðja plássið.

 

Havnin fýra stig fremst í 2. deild

Havnin tapti í vikuskiftinum 1½ - 2½ móti Toftum, sum liggja á ørðum plássi í 2. deild. Hetta tykist ikki ávirka støðuna tað stóra, tí Havnin førir 2. deild við fýra stigum. Tað vil siga, at um Havnin klárar at halda hesa støðuna tvey tey næstu umførini, eru teir so at siga tryggir uppflytarar.

 

3. deild umskipað

3. deild A og 3. deild B eru nú samansjóðaðar soleiðis, at telvað verður eftir eini sokallaðari cup-skipan. Liðini, ið telva um pláss í 2. deild komandi kappingarár eru: Gøta, Skopun, Rókur og Vestmanna 3. Dysturin millum Rók og Vestmanna 3 endaði 2 – 2, meðan Gøta vann 3½ - ½ á Skopun.

Liðini telva tveir dystir móti hvørjum ørðum, áðrenn vinnandi liðið fer víðari.

 

Mynd: Rodgaard.jpg

Myndatekstur: Rødgaard hevur fingið 4 av 5 møguligum stigum fyri vestmenningar, sum gevur honum eina 80% úrtøku.

 

Í KASSA

 

Støðurnar í ymsu deildunum eftir 7. umfar eru:

1. deild

 

Lið Stig

Vestmanna 1 23,5

Klaksvík 1 20,5

Sandavágur 16,0

Havnin 11,5

Klaksvík 2 8,0

Vestmanna 2 4,5

 

2. deild

Havnin 3 19,5

Toftir 15,5

Kollafjørður 15,0

Klaksvík 3 12,5

Havnin 2 11,5

Sandavágur 10,0

 

3. deild (Cup-skipan)

Bólkur 1

Vestmanna 2,0

Rókur 2,0

Bólkur 2

Gøta 3,5

Skopun 0,5

Bólkur 3

Sandavágur 3,0

Vestmanna 4 1,0

Bólkur 4

Havnin 4 -

Klaksvík 4 -

 

Unglingar

Klaksvík 14,5

Vestmanna 12,5

Rókur 11,0

Havnin 11,0

Sandavágur 7