Herfyri stovnaðu nakrir ungir vestmenningar eitt partafelag, ið kallast Vestmanna Ferðamannafelag og hevur hjáheiti Vestmanna Tourist Center. Ætlanin hjá hesum ungu vestmenningum er at byggja ein nýggjan bygning beint við bátahylin inni á Fjørð, har skúrarnir hjá teimum, ið skipa fyri útferðum undir Vestmannabjørgini, standa í dag. Bygningurin skal hýsa einari matstovu og einari kunningarstovu. Tað hava áður verið fleiri matstovur í bygdini, men í løtuni er tað bert møguligt at keypa pitsa og grillmat í Vestmanna, eftir at matstovan og gistingarhúsið La Carreta lat aftur seinasta heyst.
Bjóða ferðamanninum fleiri møguleikar
Stjóri í nýggja felagnum hjá vestmenningum er Louis Kristensen, ið eisini er eigari av matstovuni Merlot í Havn. Hann sigur, at teir leingi hava tosað um, at tað átti at verið gjørt okkurt fyri at fáa ferðafólk at steðga longri í Vestmanna. - Tað er einki at ivast í, at Vestmanna er tað staðið í Føroyum, har flest ferðafólk koma av sær sjálvum, tí at túrarnir út til Vestmannabjørgini eru best umtókta ferðamálið í landinum. Uppgávan hjá okkum snýr seg um at fáa ferðafólkini at steðga longri, og tí er umráðandi, at vit hava aðrar upplivingarmøguleikar at bjóða teimum, sigur Louis Kristensen.
Ætlanin er tí, at kunningarstovan skal fyriskipa ymiskar útferðir nærheindis Vestmanna. Eitt nú kann hugsast, at skipað verður fyri gongutúrum millum Vestmanna og Saksun, og har ferðafólkini so kunnu fara á vitjan í Dúvugørðum í Saksun, áðrenn bussurin kemur eftir teimum og koyrir tey aftur til Vestmannar.
Stigtakararnir til nýggju kunningarstovuna vóna, at teir báðir útbjóðararnir av túrum undir Vestmannabjørgini, Sp/f Skúvadal og Palli Lamhauge, fara at umhugsa at selja ferðaseðlar til bátaferðirnar á kunningarstovuni heldur enn í verandi skúrum, sum standa við bátahylin.
Nýggi bygningurin, sum verður bygdur til matstovu og kunningarstovu, verður einar 200 fermetrar til støddar. Louis Kristensen sigur, at herav verða okkurt um 50 fermetrar settir av til kunningarstovuna. Ein av orsøkunum til, at tað skal verða so rúmsátt í kunningarstovuni, er, at møguleika skal verða hjá listarfólki í Vestmanna at hava framsýning av sínum listarverkum inni á kunningarstovuni. Stigtakararnir til nýggja ferðamannafelagið í bygdini vóna eisini, at tað fer at verða gjørligt hjá teimum at bjóða ferðafólki ymiskar gistingarmøguleikar í bygdini, so sum Ból og Bita ella Bed and Breakfast, sum tað eitur á fakmáli.
Nógvur fiskur á matarlepanum
Nýggja matstovan í Vestmanna fer serliga at leggja seg eftir at hava fisk á matarlepanum. Louis Kristensen er sjálvur kokkur og hevur matstovuna Merlot í Havn, sum hann nú ætlar sær at selja. Louis sigur, at hóast tað gongur væl við Merlot, so krevur tað ov nógva tíð, millum annað tí at hann skal koyra aftur og fram millum Vestmanna og Havnina. - Tað skerst ikki burtur, at sum kokkur arbeiðir tú vanligani um kvøldarnar, og tá ið tú so eisini skal brúka tíð uppá flutning, er lítið av tíð eftir til at verða saman við familjuni, sigur hann. Tískil vónar Louis, at nýggja matstovan í Vestmanna fer at hava við sær, at hann fer at hava eitt sindur betur stundir til at verða saman við konuni og børnunum.
Matstovan hjá Louis í Havn, Merlot, er tiltikin fyri sínar fiskarættir, og nýggja matstovan í Vestmanna verður neyvan nakað undantak í so máta. Louis Kristensen sigur, at tað fyrst og fremst eru føroyingar, ið eru málbólkurin hjá nýggju matstovuni, men um summarið verður eisini satsað upp á ferðafólk.
Nýggi bygningurin við bátahylin inni á Fjørð verður væntandi liðugur komandi vár, so at klárt skuldi verið at tikið ímóti gestum komandi summar.