Vestmenningar eru øgiliga glaðir

Vit leggja stóran dent á trivnað og tað hevur borið frukt, heldur borgarstjórin

 

- Vit settu okkum fyri, at vit skuldu seta borgaran í miðdepilin og at bøta um trivnaðin, bæði hjá borgarunum og hjá vinnulívinum.

 

Tað sigur Pauli T. Petersen, borgarstjóri í Vestmanna.

Og hann heldur, at tað hevur eydnast.

- Vestmenningar eru øgiliga glaðir og vinnufyritøkurnar ganga væl. Men tað mest týdningarmesta er, at fólkatalið í Vestmanna vaks 38 fólk í fjør.

 

Og nú ber hetta frukt, soleiðis heilt ítøkiliga, tí  í Vestmanna streyma alsamt meira pengar inn í kommunukassan sum skattainntøka.  

 

Higartil í ár hevur Vestmanna kommuna sostat fingið hálvtsætta prosent meira inn í skatti, enn fyrsta ársfjórðing í fjør, ella til knappar 460.000 krónur.

Og serliga hevur síðsti mánaðin skarað framúr, tí í mars var Vestmanna kommuna bara 51.000 krónur frá at fáa tríggjar milliónir krónur inn í skatti, sum er ein vøkstur upp á 13,5 prosent, samanborið við mars í fjør.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Pauli T Petersen, greiða frá, hví hann heldur, at tað er slíkur framburður í Vestmanna.