Vestmenningar bjóða til bátastevnu

Áhugin at tilmelda bátar og kampingvognar hevur verið rættiliga stórur - ja, so stórur sum sjáldan áður.

 

Bátastevnan í Vestmanna hevur síðan byrjan verið hin størsta av sínum slag í Føroyum, og sambært tilmeldingum til báta-og kampingpláss í Vestmanna hesaferð, verður stevnan í ár einki undantak.

Tað er hugsandi, at stevnan í ár fer at teljast millum tær størstu nakrantíð, tí tað er longu rúm tíð síðan, at stevnan var fullteknað við bátum, og tilmeldaðu kampingvognarnir eru líka nógvir sum bátarnir.

Tað er eingin loyna, at bátarnir fylla nógv á stevnuni í Vestmanna, og soleiðis hevur verið heilt síðan byrjan, og soleiðis eigur tað at vera á einari bátastevnu. Sum árini eru liðin, er talið av fólki, sum koma í kampingvogni, eisini nógv vaksið.

##med2##

Eins og undanfarin ár, verður aftur í morgin - leygardagin - siglt undan Fútakletti og inn á Vestmanna. Tá farið er um middag, plaga bátarnir at loysa í Vestmanna og leita sær út í Vestmannasund, og tá klokkan nærkast 14.30, savnast allir undir Vágalandinum.

Síðan fylgjast bátarnir - stórir sum smáir - í lagaligari sigling tvørtur um sundið og inn á Vestmanna. Fremstur í siglingini plagar at verða gamli postbáturin, Ólavur, og siglingin tekur kanska ein stóran hálvan tíma ella so.

Eftir túrin í Vestmannasundi, verður bjóðað inn í stóra tjaldið á bryggjuni, har borðreitt verður við góðari, feskari suppu, og her eru allir bátastevnugestir vælkomnir.

##med3##

Hevur tú hug at fáa tær ein undir tonna á veg inn í tjaldið, standa gjarna tveir mans við inngongdina til tjaldið við kaldari fløsku og føroyskum snapsahorni. Í tjaldinum taka kvinnurnar sær av, at allir gestir fáa suppu, og her fer eingin avstað aftur við ongum.

Meðan stevnugestir hugna sær í tjaldinum við vælsmakkandi suppu, er eisini livandi harmonikutónleikur at hoyra.