Í hesum døgum hevur 10. flokkur í Vestmanna Skúla verkætlan til frama fyri Føroya Felag Móti Krabbameini. Í morgin verður tombola í skúlanum og fríggjakvøldið verður konsert Hetta og komandi vikuskifti kunnu fólk í Vestmanna og har um leiðir uppliva mangt og hvat undir heitinum ?Vit stuðla?.
Tað eru næmingar í 10. flokki, sum skipa fyri ymiskum tiltøkum, har allur peningurin fer óskerdur til Føroya Felag Móti Krabbameini.
Í gjár varð lagt fyri við barnadiskoteki á Bryggjun og í morgin, sunnudagin 1. mars, verður tombola í forhøllini í Vestmanna skúla í sambandi við hondbóltsdystirnar, ið har verða leiktir.
Rimmar konsert
Fríggakvøldið 6. mars verður rimmar konsert í ítróttarhøllini, eitt nú við Jens Marna, Martin Joensen, Brim og brøðrunum Árna og Marner. Tá sýnir nýggi mótahandilin í Vestmanna ?Freya? síni nýggjastu klæði og snið fram í eini mótasýning og hárframsýning er á skránni. Harumframt verður mangt annað fyri børnini og okkurt gott undir tunguna.
Neytamykjukapping
Leygardagin 7. mars verður skipað fyri neytamykjukapping á plenuni inni á Fjørð, har til ber at vinna eina kúgv.
Komandi 10 dagarnar fara næmingarnir eisini at pikka á dyrnar hjá fólki, har heitt verður á tey, um at stuðla Føroya Felag Móti Krabbameini.
10. flokkur heitir á allar vestmenningar og øðrum áhugaðum um at taka undir við tiltakinum og at stuðla hesum góða endamáli.