##med2##
Vestmannakvinnur hava vunnið seg í Faxe Kondi hálvfinalurnar. Tað er greitt aftaná 19-15 sigurin hjá VÍF á H71 í Vestmanna í dag. Í steðginum var VÍF á odda 10-8. Tað var serliga málverjin hjá VÍF, Fríða Petersen sum tók glansin av H71-álopinum í seinna hálvleiki.
Toppskjútti hjá VÍF var Agnas Olsen við fimm málum. Durita C. Jojic skoraði fýra mál fyri VÍF. Toppskjútti hjá H71 var Maria H. Weyhe við seks málum. Marita Mortensen skoraði seks mál fyri H71.
Á Skála vann StÍF 33-28 (16-14) á VB. Toppskjútti hjá StÍF var Karina Høgnesen við 11 málum. Í dag fekk japanska Haruka Gima átta mál fyri StÍF. Dajana Komenda gjørdist toppskjútti hjá VB við níggju málum. Bára K. Mortensen skoraði fimm mál fyri VB.
Sunnudagin 26. januar klokkan 14 møtast H71 og StÍF í Hoyvíkshøllini. Vinnarin av tí dystinum hevur vunnið seg í hálvfinalurnar. Vegna góðan málmun kann H71 vinna seg víðari við javnleiki. Sama dag klokkan 15 spæla VB og VÍF suðuri í Vági.
VÍF hevur fýra stig. H71 og StÍF hava tvey stig, og aftast er VB við ongum stigi.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Tróndur Arge siga frá tveimum teimum seinastu minuttunum í Vestmanna, og stutt taka samanum dystin.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við fermálsskjúttan hjá VÍF, Duritu C. Jojic sum stórfegnast um, at tær í verjuni og við góðum avriki hjá Fríðu Petersen í málinum fingu steðgað H71 í dag, ið annars vann 32-23 í Vestmanna fyri tveimum vikum síðani.
3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við hjálparvenjaran hjá H71, Hallur Danielsen sum er vónbrotin um, at hoyvíkskvinnur ikki vístu seg at verða klárar til at endurtaka tað tær gjørdu í Vestmanna í SMS-deildini fyri tveimum vikum síðani.