Samstundis sum fólkatalið í grannakommunum er minkað, er talið vaksið í Vestmanna Á nýggjárinum vóru 1202 fólk skrásett at búgva í Vestmanna. Hetta eru tólv fólk fleiri enn eitt ár frammanundan. Vestmanna kommunan skrivar á heimasíðuni, at fókatalið er vaksið meira enn so, tí nøkur vestmannabørn, sum vórðu fødd í fjør, eru ikki tald við.