Í Vestmanna varð kósin sett ?

Eftir ein væleydnaðan og vælvitjaðan landsfund hjá Javnaðarflokkinum í Vestmanna um vikuskiftið góðkendi landsfundurin ein-mælt valksránna til komandi løgtingsval.

 

Jóannes Eidesgaard

??????????????????


Eftir ein væleydnaðan og vælvitjaðan landsfund hjá Javnaðarflokkinum í Vestmanna um vikuskiftið góðkendi landsfundurin ein-mælt valksránna til komandi løgtingsval. Eina valskrá við heitinum "Fólkið fyrst", sum so staðiliga setur lívskorini hjá fólki ovast á dagsskrá.

Sjálvandi er tað altíð áhugavert at frætta frá landsfundum hjá øðrum flokkum, og so man uttan iva eisini hava verið hjá mongum, sum spentir hava bíðað eftir, hvat fór at spyrjast burturúr í Vestmanna. Og ivaleyst hava fleiri ikki roknað við, at Javnaðarflokkurin fór at koma við einari valskrá longu nú?

Men fyri okkum javnaðarfólk hevur tað verið minst líka spennandi at bíða eftir at frættað, hvussu úrslitið av landsfundium fór at verða móttikið. Og sjálvandi serliga spennandi, tá ein nýggj valskrá varð almannakunngjørd.

Og líkt er til, soleiðis sum fyrstu viðmerkingarnar hava verið frá báðum mótpolunum í føroyskum politikki, Tjóðveldisflokkinum og Sambandsflokkinum, at hesir eru í hvussu er tiknir á bóli. Hava ivaleyst trúð, at friður fór at valda eina tíð aftrat, og so kemur hesin framtúrandi Javnaðarflokkurin og órógvar politisku kvirruna í bæði samgongu og andstøðu. Og fullveldismálið hevur fingið kapping.

Vit kundu møguliga bíðað nakað enn, áðrenn vit kunngjørdu okkara valskrá, men nú eru vit bráðir av lyndi í Javnaðarflokkinum, og hin vegin so vildu vit ikki leggjast á boðini. Til tess vóru tey alt ov góð.

Fyrstu viðmerkingarnar benda so á, at Javnaðarflokkurin við valskránni "Fólkið fyrst" opinbart hevur rakt seymin so lúkst á høvdið.

Tjóðveldisflokkurin er ikki bara ørkymlaður, men hálvavegna "groggy". Og sjálvt tá Høgni Hoydal fær framíhjárætt til einsamallur og uttan mótspæl at útleggja tekstin frá landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum í Útvarpinum, so verður tað bert til gor og gall. Men hvat skal maðurin gera? Her kemur størsti andstøðuflokkur og purrar vánaliga samvitskuna út hjá fyrst og fremst Tjóðveldisflokkinum. Og hvat billa hasi javnaðarfólkini sær inn at tosa um annað enn fullveldið.

Tá ein einki sakligt eigur at koma við, so verður í staðin farið undir at grýta Javnaðarflokkin undir við alskyns lygnum og hálvgum ókvæmsorðum. Gummicheckar, ábyrgdaloysi, 80´ara politikkur o.l. tað var tað, Høgni Hoydal orkaði á hesum sinni.

Jú, forrestin hann segði eitt aftrat, og tað var, at Javnaðarflokkurin borðreiðir við sama politikki, sum koyrdi landið á heysin. So fingu vit tað at vita frá Tjóðveldisflokkinum. Tað vóru batar á almanna-, heilsu- og skúlaøkinum, sum sambært Høgna Hoydal koyrdi landið á heysin. Áhugavert sjónarmið, sum tó ikki fær Javnaðarflokkin at broyta politikk.

Sambandsflokkurin er meira hóvligur og sinniligur í síni viðmerking. Hann heldur tó fast við, at tað sum ikki einaferð bert eru teir, sum eru teir skilagóðu og dugnaligu. Men at bróta upp úr nýggjum hevur nú ongantíð verið vørumerkið hjá Sambandsflokkinum, tó hann kanska fegin onkuntíð kundi hugsað sær at verið fyrstur frammi við onkrari nýhugsan.

Men eg kann vissa báðar flokkar um, at fyrstu glepsini frá tykkum vóru kærkomin. Tað var hugaligt at lesa viðmerkingarnar Tykkara atfinningar og tykkara álop eru tónleikur í oyrum javnaðarmanna, tí tit sannføra okkum um, at vit eru á rættari kós.

Góður javnaðarpolitikkur eigur ongantíð at smakka hvørki tjóðveldismonnum ella sambandsmonnum og sjálvandi enn minni Fólkaflokkinum. Og fyribils eru vit nøgdir við móttøkuna. Takk fyri tit báðir Høgni og Eilif.

Kósin úr Vestmanna er eftir øllum at døma meira enn á einari góðari leið.