Leygardagin verður stóra bátastevnan í Vestmanna. Nógv verður lagt fyri, og kring alt landið tykist áhugin stórur
Umframt bátafólk í Vestmanna, og onnur, ið kanska koma eftir fastlandinum, kemur hópur av bátum úr bæði norðuri og suðuri. Bjargingarbáturin Ziska fylgir við bátunum, ið koma úr Norðuroyggjum og Eysturoynni. Og Tjaldri fylgir við bátunum frá Glyvursnesi, og tí skuldi trygdin allan vegin verið í lagi.
Umframt framsýningar, langan leygardag og FA-Cup finalu á stórskíggja á Bryggjuni, verður sjálvandi góð súpan, reyp, sangur og dansur á skránni. Til børnini verður lítið tivoli við tí, sum har til hoyrir, og heldur hetta til við Ítróttarhøllina. Og til tey vaksnu verður grill og sangur, har Sámal Ravnsfjall og Jóan Jakku Guttesen syngja og spæla á keiøkinum.
Um kvøldið verður dansur við Thunderbirds og Vestmonnum í Ítróttarhøllini, og heldur ikki her verða fólk slept á fjall. Náttarbussurin koyrir til Havnar eftir dansin, og hjá teimum, sum liggja nátt, ber til at bíleggja sær morgunbreyð, áðrenn farið verður til dans.










