Vestmanna Kirkjukór í Skálavík

Vestmanna Kirkjukór undir leiðslu av Erlu Olsen fer nú sunnudagin at syngja í Skálavíkar kirkju.

Vestmanna Kirkjukór, sum er undir leiðslu av Erlu Olsen, fer nú sunnudagin at syngja í Skálavíkar kirkju.

 

Kórið verður í Sandoynni á venjingarlegu og endar leguna við at syngja til gudstænastuna sunnudagin.

 

Umframt kórið eru tveir prestar við á ferðini.

 

Teir eru Theodor E. D. Olsen, sum kemur at leiða gudstænastuna í Skálavík sunnudagin og Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, prestur, sum fer at syngja solosang við kórinum.