Vestmanna kirkjukór til Nólsoyar

Mikukvøldið tann 30. apríl kl. 20 verður sangløta í Nólsoyar skúla, har Vestmanna Kirkjukór syngur.

Á skránni verður kórsangur, solosangur og felagssangur. Vestmanna kirkjukór er 30 ár í ár, og tað er í hesum sambandi at kórið er á ferð.


Kórið telur uml. 25 fólk, kórleiðari er Erla Olsen, sum hevur verið leiðari øll árini. Tiltakið er heilt ókeypis, men fólk kunnu lata eitt oyra til Vestmanna Kirkjukór. Øll eru vælkomin.