Vestmanna fær nýtt missiónshús

Í dag kl. 16 verður nýggja missiónshúsið í Vestmanna vígt. Jógvan Fríðriksson, biskupur vígir húsið, ið hevur kostað 4,5 mió krónur. Eingin skuld er í nýggja missiónshúsinum

Sjómanskvinnuringurin í Vestmanna savnaði í mong ár inn pening til at byggja eitt sjómansheim í Vestmanna. Og rættuliga fitt av peningi varð savnað inn.

Men tíðirnar broyttust og tørvurin á einum sjómansheimi var ikki tann sami, sum fyrr, og einki sjómansheim varð bygt. Tað er ein partur av hesum pengum, sum nú eru brúktir til at byggja nýggja missiónshúsið fyri.

Húsið kostar umleið 4,5 milliónir krónur, nú tað stendur liðugt við øllum innbúgvi. Eingin skuld er í húsinum, skrivar www.trubodin.fo.

Tað er Sp/f Trøðhamar v/Oddmar á Høgabóli í Miðvági, sum hevur bygt húsið. Í húsinum, sum er góðar 300 fermetrar í einari hædd, er ein stórur møtisalur, og tveir smærri.

Við nýggja missiónshúsinum fáa vestmenningar góðar, tíðarhóskandi og snotiligar karmar til missiónsarbeiðið, og munandi betri enn teir, ið hava verið í gamla missiónshúsinum, sum varð vígt tann 10. november 1929 av Kristian Jensen Grøn, sum var prestur í Norðstreymoy frá 1914 til 1940.

Í húsinum er pláss fyri umleið 200 fólkum tilsamans. Eru borð eisini sett upp, kunnu umleið 130 fólk sita.

Í samband við hátíðarhaldið seinnapartin í dag syngja Vestmanna kirkjukór og kórið í missiónshúsinum.