Vestmanna kommuna bjóðar nú Kolastykkið og økið, har Turkihúsið stóð, út til íbúðarbygging, bygging av gistingarhúsi og/ ella til handilsvirksemi.
Tey, sum hugsandi fara at bjóða, skulu greitt lýsa verkætlanina við neyðugum tekningum, tíðarætlan og við lýsing av, hvat ætlanin er at brúka ein komandi bygning á økinum til.
Í tilboðnum skal verða ein greið lýsing av verkætlanini við neyðugum tekningum, ein greiða tíðarætlan, og her skal verða ein kostnaðarmeting, íroknað keyp og matrikulering, eins og fígging skal verða til verkætlanina.
Vestmanna kommuna setir eisini aðrar treytir til tey, sum fara at bjóða upp á grundstykkini. Ein treyt er, at byggingin skal byrja í seinasta lagi eitt ár eftir, at kommunan hevur tikið av tilboðnum, og sáttmáli er gjørdur.
Víst verður eisini á, at hetta er eitt trivnaðarumhvørvi, og tískil skal verkætlanin eisini taka atlit til hetta. Tey, sum kundu hugsað sær at bjóða upp á grundøkini, skulu lata inn tilboð til kommununa í seinasta lagi hin 12. apríl klokkan 12.
##med2##
- Innkomin tilboð verða viðgjørd av arbeiðsbólki, sum ger tilmæli til bygdarráðið. Endalig støða til tilboðini verður tikin á bygdarráðsfundi hin 27. apríl 2023, og kommunan tilskilar sær eisini rætt til ikki at taka av nøkrum tilboði.
##med3##