Vestfallið hjá Víkingi

07 Vestur vísti framúr fótbóltsspæl, í løtum enntá við framúr smálutum, og vann ein fult uppibornan sigur á Víkingi, ið ongantíð fekk fótin fyri seg. Úrslitið lýgur um, hvussu tað sá út vøllinum, tí veruligi munurin var nógv størri enn tað eina málið

FÓTBÓLTUR

 

Synd er at siga, at væl stendur til hjá Víkingi, nú triði ósigurin á rað er veruleiki. Leygarkvøldið var tað um at gerast skrædl ímóti 07 Vestur, ið vann dystin enn meira sannførandi, enn Víkingur tapti hann.

Fyrsta málið, ið kom longu í øðrum minutti, avdúkaði eitt lið, ið langt frá er í javnvág. Púra ópressaður spældi Hans Pauli Petersen av vinstra bakki bóltin inn í vøllin, har Niclas Niclasen læt hann fara fram við sær, tí hann helt, at onkur annar mundi hava hann. Men har var eingin annar, og so kundi Tamba Yarjah strúka avstað við bóltinum, sum hann fekk fyri nøsini á Geza Turi, ið kom stormandi út ímóti. Víkingarnir royndu at víðgirða seg inni í málinum, men tað forðaði ikki framherjanum úr Sierra Leone at skora trygt.

Eisini málið til 2-0, sum kom beint fyri hálvleik, sá leikandi lætt út. Við hæl og tá spældi 07 Vestur seg frá miðjuni og fram ímóti brotsteiginum, har Jóhan Petur á Stongum við neyvari sending spældi Tamba púra leysan mitt fyri, so hann enn eina ferð kundi skora trygt.

 

Kettan og músin

Undan hesum hevði 07 Vestur í longum løtum spælt við Víking, sum kettan plagar at spæla við músina, og ein fremmandur gestur vildi ikki trúð tær, hevði tú roynt at greitt frá, hvat av liðunum hoyrdi heima hvar á stigatalvuni. Víkingur slapp at hava bóltin nógv, men talan gjørdist um tómar flytingar, ið ongantíð hóttu nevnivert, og 07 Vestur hevði fult tamarhald á tí, sum gekk fyri seg.

Sama gongdin helt fram eftir steðgin, og tí var tað framvegis fult uppiborið, tá 07 Vestur fekk sítt triðja mál. Hesa ferð var tað Jón Nielsen, ið var komin fram úr verjuni til hornaspark, og sum kom at standa væl fyri, tá bólturin mestsum datt niður fyri føtur hansara, eftir at Víkingur ikki hevði fingið ruddað burtur.

Støðan hjá Víkingi kundi saktans verið nógv verri. Tamba Yarjah, sum var ein støðug hóttan og í øllum lutum betri enn verjan hjá vertunum, var feldur ein minutt undan hesum málinum, men fekk einki. Og fimm minuttir eftir málið var tað Geza Turi, ið heilt greitt tók beinini undan Ricardo da Silva Braga, sum við einari hælsending frá Tamba var spældur púra fríur. Men heldur einki har.

 

Vóru nógv betri!

At hetta ikki var dagurin hjá Víkingi, sást á øllum brøgdum. Venjararnir royndu at koyra undir spælið við at skifta unga Martin Olsen inn, og hann vísti eisini beinanvegin sínar eyðsýndu dygdir, men restin av liðnum var ikki til reiðar at spæla við. Máttloysið lýsti av spælarunum, ið slett ikki dugdu at umstilla seg til, at nú kom ein inn, ið ætlaði at spæla.

Og so var tað brádliga rundan um byrjanina til seinasta korterið, at ein annar lýsti upp í eina løtu. Andrias Lava Olsen fekk innan fyri fýra minuttir tvey mál, ið var nógv meira, enn Víkingur hevði uppiborið. Bæði komu eftir langar sendingar frameftir, og í báðum førum var skjótleikin – saman við misskiljingum í verjuni hjá 07 Vestur – avgerandi fyri, at hann fekk fult burturúr.

Vágamenn fótaðu sær tó aftur, og í hinum endanum á vøllinum vísti Tamba Yarjah nakrar ferðir aftrat, at hann er framúr fótbóltssnillingur. Eina ferð smeyg hann sær millum fýra Víkingar, men fekk skotið parerað av Geza Turi, og eina aðru ferð snýtti hann um eina leið Niclas Niclasen tvær ferðir og Atla Gregersen eina ferð, áðrenn hann var heldur óneyvur við avgerandi skotinum, sum fór við síðuna av.

Tvífaldi málskjúttin hjá 07 Vestur var sjálvur annar skiftur út í átta minuttir drúgvu yvirtíðini í Gøtu leygarkvøldið, sum í veruleikanum bert var við til at draga pínuna hjá heimaliðnum út. At Víkingur fekk tvey mál í sín part, so bert eitt var á muni, gjørdi sítt til, at úrslitið lýgur, tí her var himmalvíður munur á liðunum. 07 Vestur var bara so nógv betri!