Landsstýrisfólkini, ið ikki komu framat í gjár eru: Jacob Vestergaard í Fiski- og tilfeingismálaráðnum, Helena Dam á Neystabø í Mentamálaráðnum, Hans Pauli Strøm í Heilsumálaráðnum og Rósa Samuelsen í Almannamálaráðnum.
Fiski- og tilfeingismálaráðið
Jacob Vestergaard var fyri nøkrum árum síðani landsstýrismaður, men fekk tá durafjórðingin. Nú hevur hann endurvunnið sær landsstýrissessin og er klárur at fara aftur til verka.
- Eg fari sjálvandi at seta tað út í kortið, sum hendan samgongan hevur sett sær fyri í hesum samgonguskjalinum. Men eg skal syrgja fyri, at vit hava gott samskifti við vinnuna. Og so er tað høvuðsuppgávan at seta út í kortið, hvussu føroyska fiskivinnan skal koyra framyvir, sigur Jacob Vestergaard.
Hann leggur afturat, at hann ikki fer at leggja kollveltandi uppskot fram, tí tá mann hevur vinnu at gera skal mann hava støðug viðurskifti, so vinnan kennir seg trygga. Men hann leggur dent á, at serfrøðin innan fiskivinnu skal gerast betri, og heldur tað vera umráðandi, at mann sum skjótast finnur fram til, hvussu tingini skulu verða í 2018, tá fiskiloyvini fara úr gildi.
Almannamálaráðið
Rósa Samuelsen er nýggj landsstýriskvinna í helvtini av gamla økinum hjá Hans Paula Strøm. Almanna- og Heilsumálaráðið eru sum kunnugt sundurbýtt, og Rósa Samuelsen skal taka sær av almannamálum. Hon hevur fyrr sagt, at hon hevur stóran áhuga fyri almannamálum og hon hevur fleiri ítøkiligar ætlanir fyri ráðið.
- Tað fyrsta eg fari at hyggja uppá, er at geva fyritíðarpensiónistunum møguleika til vart starv, barnaverndarlógin skal endurskoðast, og ikki minst bústovnarnar, greiðir Rósa Samuelsen frá.
Harumframt ætlar nýggja landsstýriskvinnan at seta seg í samband við kommunurnar, so tær eru viðleikarar, tá fleiri uppgávur verða lagdar út til kommunurnar.
Mentamálaráðið
Helena Dam á Neystabø hevur verið í landsstýrinum fleiri ferðir fyrr, men ongantíð í Mentamálaráðnum, tó kennir hon seg føra fyri uppgávuni.
- Eg havi brent fyri málsøkinum í nógv ár, eg havi starvast innan málsøkið, havi útbúgving innan málsøkið, so eg føli meg føra at umsita málsøkið og allar teir tættir, tað umfatar. Men fyri at røkka úrslitum, má eg eisini fáa landsstýrið og løgtingið við uppá tað, fortelur Helena Dam á Neystabø.
Harumframt metir hon, at vit ikki hava evropameistarar – sum Pál Joensen – á hvørjum degi, og tí skulu tílík menniskju hava virkis- og arbeiðsumstøður. Afturat hesum er hon fegin um, at pisa-kanningin hevur verið til at seta sjóneykuna á týdningin skúli, útbúgving og mentan hava, tí so kann vera, at betri møguleiki er fyri at fáa tað respektina fyri málsøkið, mentamálaráðharrin metir vera neyðuga.
Heilsumál
Hans Pauli Strøm er einasti landsstýrismaðurin, ið slapp at halda fram í sessinum, hóast málsøkið varð skorið í helvt. Heilsumálaráðharrin er fegin um, at uppgávan er minkað.
- Tað eru ógvuliga stórar uppgávur á báðum økjum, sum krevja sín mann ella kvinnu. Um vit taka heilsuøkið. So vita vit, at í sjúkrahúsverkinum hava vit havt stórar fíggjarligar trupulleikar. Bæði við at fáa fígging, og við at fáa tað at strekkja til. Vit hava eisini trupulleikar við tí starvsfólkaliga, at vit fáa tey við røttum kvalifikatiónum, bygnaðurin og so tað týdningarmesta, at fólk vilja hava tað, sum er nøktandi, ikki tað, sum er næstbest ella triðbest. Tað er eisini annað enn sjúkrahús. Tað hevur eisini verið trupult at manna komunulæknasessirnar, at fáa tað at rigga sum tað skal. Apoteksverkið skal skipast meira modernað, og eitt afturat er barnatænastan, at fáa tað skipanina at virka við teimum kreftum, mann hevur brúk fyri.
Á tíðindafundinum vísti Hans Pauli Strøm aftur, at hann hevði borið fram ynski um at sleppa undan at fara í landsstýrið.