Vestergaard spælir høgt spæl

Tað heldur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, nú prosessin at seta í verk sanktiónir er farin í verk í ES. Danskir politikarar eru til reiðar at hjálpa Føroyum um so verður, spurningurin er bara, hvat teir kunnu gera

- Prosessin at seta í verk sanktiónir móti Føroyum er farin í gongd. Enn er tó ov tíðliga at siga, hvat tað merkir.
Tað sigur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur.
Tað er kortini greitt, at Føroyar fara at fáa eitt bræv um tiltøkini, og so hava føroyingar ein mánað at svara.
- Tað er kortini eingin sum veit, hvørjar sanktiónirnar verða, men allarhelst verður talan um bann fyri innflutningi av sild úr Føroyum til ES, og møguliga bann at útflyta skip til Føroyar, sigur Sjúrður Skaale.
Tað er ikki farið óænsað aftur við borðinum hjá donskum politikarum, at ES fyrireikar sanktiónir móti Føroyum.
- Á aðrari hondini letur man málið falla, tí ES eisini ovurfiskar, meðan pástandurin er, at Føroyar yvirfiska sild. Tað er dupultmoralskt at siga »lat fara«, tá tað eru vit sjálvi, men tá onnur gera tað... , sigur Pia Adelsteen frá Dansk Folkeparti.
- Merkja sanktiónirnar, at man til dømis ikki kann keypa føroyska fiskaða sild í Danmark? Tað er undarligt at hava ein ríkisfelagsskap við Føroyar, og so sita í Danmark og verða við til at fremja sanktiónir móti teimum, helt Pia Adelsteen fram.

Seinasta loysn
Hóttanirnar hjá Mariu Damanakis um handilssanktiónir móti Føroyum fekk nógva umrøðu í europaráðnum fríggjadagin 19. apríl.
Danska stjórnin fylgir væl við í tilgongdini um sildasanktiónir móti Føroyum til tess at tryggja, at øll prinsippir og reglur verða hildnar. Danmark ætlar hartil at veita Føroyum rættarhjálp.
F- rá danskari síðu er fremjan av sanktiónum avgjørt seinasta loysn, tá allir aðrir møguleikar eru troyttir. Tað kann gerast ógvuliga álvarsamt. Vit hava ikki sæð nøkur pappír enn, so vit vita ikki vavið at tí uppskoti, sum kann koma, segði føðivøruráðharrin, Mette Gjerskov.
Mitt í mánaðinum kunngjørdi griski fiskiveiðikommiserurin í ES parlamentinum, at ES kommissiónin er í holt við at seta sanktiónsamboðið í brúk móti Føroyum, orsakað av stríðnum um sildakvotur. Tað hendi í spyrjitímanum í Strasbourg mánadagin 15. apríl, har eingin dani fekk ella tók orðið. Tað royna europaráðslimir og ráðharri nú at gera gott aftur.
- Sanktiónirnar kunnu røkka frá innflutningsbanni fyri sereliga fiskaslagið - atlantoskandiska sild - og attengdar stovnar til avmarkingar í ES havnum og keyp av skipum, sigur Mette Gjerskov.
Áðrenn sanktiónirnar verða settar í verk, skal ES boða Føroyum frá, sum síðani fær ein mánað at svara. Eftir hetta kann kommissiðónin leggja uppskotið fram.
- Kommitemálið verður sjálvandi lagt fyri europaráðið hjá fólkatinginum, skuldi tað komið so langt, sigur Mette Gjerskov.
Maria Damanaki ger einki í stríðnum við Ísland og Føroyar um makrelkvotuna, tí ES og Noreg fiska áleið fimm prosent yvir burðardygga fiskiveiði. Stríðið um sildina standa føroyingar einsamallir við.