Vestergaard setir Fiskivinnutingið

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum lovar, at fiskivinnunýskipanin er áveg

Fiskivinnutingið 2013 er sett í morgun. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum bjóðaði vælkomin og vísti í sama viðfangi á, at fiskivinnunýskipanin er á veg.

 

- Nýskipanin skal geva vinnuni tryggar karmar at virka undir, lovar Jacob Vestergaard, sum tó ikki fór í smálutir við innihaldinum í skipanini.

 

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum var longu í vár klárur at bera eina fiskivinnunýskipan í løgtingið, men politisk semja var ikki í samgonguni um innihaldið. Síðani er lítið og einki hent á økinum. Men nú skal fiskivinnunýskipanin aftur á breddan, lovar landsstýrismaðurin.

 

Jacob Vestergaard nevndi í sama viðfangi tilfeingisgjøldini, sum síðstu árini eru vorðin ein rættuliga stór inntøkukelda hjá landskassanum. Higartil alt tilfeingisgjaldið lagt á makrel og sild, men soleiðis verður ikki í framtíðini, sigur landsstýrismaðurin.

 

- Verandi skipan, har tilfeingisgjald verður lagt á eitt ella tvey fiskasløg, er ikki ein varandi loysn, sigur Jacob Vestergaard.

 

Árliga Fiskivinnutingið verður hildið í Norðurlandahúsinum. Í ár er fokus á støðuna hjá botnfiskaflotanum.