Fiskiloyvi verða ikki longur áramálssett, og harumframt verður munandi lættari at handla við fiskiloyvum.
Tað eru tvær av høvuðsbroytingunum í fiskivinnulóggávuni, sum Jacob Vestergaard hevur lagt fyri landsstýrisfund.
Stendur tað til Jacob Vestergaard, so verður einki áramál sett á fiskirættindi.
Tó vil landsstýrismaðurin hava møguleika at siga fiskirættindini upp við sjey til níggju ára freist. Tað merkir við øðrum orðum, at verandi vinna eigur rættin at fiska, so leingi politiski myndugleikin ikki sigur upp loyvini, við sjey til níggju ára freist.
Argumentið fyri broytingini er, at hetta vil geva vinnuni tryggar karmar.
Fleksibilitetur
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum vil eisini hava størri fleksibilitet inn í fiskivinnuna. Tí vil hann gera tað lættari at keypa og selja fiskirættindi. Lagt verður upp til, at allar eginkvotur kunnu handlast, frítt millum verandi bólkabýti.
Verandi skipan við veiðiloyvi og fiskiloyvi skal skiftast út við eitt nýtt slag av veiðiloyvi, har tað bert er tilskilað, at fiskifarið hevur rætt at reka vinnuligan fiskiskap undir føroyskum flaggi. Samlaða talið av veiðiloyvum skal so vera tað, ið er galdandi, tá nýggja lógin kemur í gildi.
Hetta merkir til dømis, at ein flakatrolari ella eitt uppsjóvarskip kann avhenda ella keypa upp kvotur frá einum ísfiskatrolara ella einum línuskipi.
Eisini skal bera til at avhenda, selja, fiskiloyvi, ið geva atgongd at fiska av felagskvotu.
Ogn landsins
Gamla hugtakið, ogn Føroya fólks, fer somuleiðis í søguna við fiskivinnunýskipanini. Í staðin skjýtur landsstýrismaðurin upp at broyta hetta til ogn landsins.
Sambært Jacobi Vestergaard skal hetta ikki skiljast øðrvísi enn ein roynd at neyvlýsa týdningin, soleiðis at sleppast kann undan orðadrátti um ásetingina.
Á landsstýrisfundi fyrrapartin hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum lagt fram upprit, har hann biður um politiska undirtøku fyri nýggja fiskivinnupolitikkinum.
Hoyr Jacob Vestergaard í tíðindunum á Rás2 klokkan 16.